Valborg Heinesen føroyskt met á ½ maratonteininum

Skrivað hevur

Beint undan páskum skrivaðu vit um Bragdagentuna Valborg Heinesen, sum hesi seinnu árini hevur tikið seg alt meira fram innan renning. Og neyvan var blekkið tornað áðrenn Valborg var farin til vakra miðaldarbýin og høvuðsstaðin í Tjekkia, Prag, har hon ikki gjørdi mætari enn at seta føroyskt met á hálvmaratonteininum.

Setningurin var greiður undan kappingini. Ein jøvn ferð beint um fýra min pr. km. skuldi setast og haldast so leingi kreftirnar rukku. Tá man so hyggur eftir úrslitinum og millumtíðunum, má man ásanna, at her var óalmindiliga væl og javnt runnið. Javnari ber valla til at renna. Millumtíðirnar søgdu:

  • 5 km: 20.02 min (4.00)
  • 10 km: 20.03 min (4.01) 40.05 min
  • 15 km 20.07 min (4.01) 60.12 min (bert 40  sekund frá hennara egna føroyska meti)
  • 20 km 19.58 min (4.00) 1.20.10 tímar
  • 21,097 km 4.20 min (3.57) 1.24.18 tímar og nýtt føroyskt met!!

At jøvn og góð renning loysir seg sæst aftur á plaseringunum gjøgnum kappingina. Eftir teir fyrstu fimm kilometrarnar lá Valborg samlað nr. 265 og nr. 28 av øllum kvinnunum. Men hon tók seg fram gjøgnum alla kappingina, og endaði samlað nr. 200 av teimum 8.600 luttakarunum og nr. 22 av øllum teimum meira enn 2.200 kvinnunum!

Metið, sum Valborg nú tók, átti eingin verri enn Bjørk Herup Olsen. Bjørk setti hetta metið á oyggjaleikunum á Isle of Wight fyri skjótt tveimum árum síðani, tá hon vann bronsumerkið, sum samstundis var hennara fyrsta heiðursmerki í oyggjaleikahøpi. Tíðin hjá Bjørk var 1.24,35 tímar ella bert 17 sekund seinni enn tíðin hjá Valborg. Metið undan oyggjaleikunum seinast átti Rigmor N. Arge, og tað var 1.24,48, ella bert ein hálvan minutt frá tíðini hjá Valborg. Tað metið setti Rigmor í einari FM-kapping, har runnið varð Yviri við Strond.

Øll met eru til at taka, og hetta er nokk eitt av teimum, ið fær stutta livitíð. Tí væntandi fara bæði Valborg og Bjørk at renna eitt sindur skjótari á oyggjaleikunum, um bert rutan er hampuliga skjót. Og so eiga vit eisini tveir triatletar, sum skjótt kunnu hótta hesa tíðina. Bæði Súsanna Skylv Sørensen og serliga Joan Bláfoss kunnu ein góðan dag í góðum formi taka hetta metið.

FÍF ynskir Valborg hjartaliga tillukku við føroyska metinum!


Valborg Heinesen setti føroyskt met á ½ maraton!

6 viðmerkingar

  1. Væl skriva sum altíð Hallur, men haldi at rætta tíðin er 1.24.11?

    Hjartaliga tillukku við metinum og bragdinum Valborg:)

  2. Hallur says:

    Galdandi tíð fyri met, er tíðin frá startskotinum til rennarin kemur á mál – altso bruttotíðin. Rætt er, at Valborg brúkti 1.24.11 tímar, men harafturat brútki hon 7 sekund at koma niðan til startlinjuna – og hesi telja við, tá tosað verður um met.

  3. OK? Tað visti eg ikki! So havi eg brúkt langa tíð um míni marathon:)

  4. Hjartaliga tillukku við hesum Valborg – flott, flott 🙂

  5. Allan says:

    hvussu ber tad til Hallur? Hvat verdur netto tídin so nytt til? hattar ljódar rættuliga langt úti…

  6. Hallur says:

    Munur verður gjørdur á “Gun Time” og “Real Time” ella “Chip Time”

    Orsøkin er, at tá met verða sett, skal eingin kunna seta spurnartekin við avrikið.

    Man kan t.d. lata ein skjótari rennara renna við chippinum hjá øðrum rennara. Eg kundi t.d. goldið fyri at ein skjótur rennari setti føroyskt met í Berlin Marathon við at renna við mínum chippi.

    Men meira um hetta seinni. Eg eri í ferð við at kanna lógarverkið hesum viðvíkjandi. Sum eg skilji, er allatíðina útviklingur í. Onkustaðni er man t.d. farin at skráseta tjóðarmet í ymisku aldursflokkunum á chip-tíðina.

    Men chip-tíðin er altíð galdandi sum persónligt met. Verður eisini góðtikin sum úttøkutreyt, á rankinglistum o.s.fr.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*