Um tvær vikur verður norðurlandameistaraskap í cross-renning hildið í Reykjavík. Sum vituligt er, hava føroyingar ognað sær rætt at luttaka til slíkar meistaraskapsstevnur undir Merkinum. Sjálvsagt er støðið ógvuliga høgt í mun til føroyskar kappingar, so tað er ikki hvørjaferð, at vit taka av tilboðnum. Bert einaferð fyrr hava vit havt luttakara við til NM. Hetta var í 2012, tá Bjørk Herup Olsen rann klassikaran Nordic Challenge – NM 10.000 m – á Østerbro Stadion í Keypmannahavn.
Á oyggjaleikunum á Bermuda fekk Valborg Heinesen eitt veruligt gjøgnumbrot. Ikki bara millum rennarar, men í øllum føroyska ítróttarheiminum. Ongantíð áður hevði føroysk kvinna vunnið gull í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum, men tað nervaði ikki Valborg, sum gjørdi bart á bæði 10.000 m og í hálvum maraton, har hon í báðum førum vann rættiliga tryggar sigrar. Og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, at hon eisini hevði tikið gullið á 5.000 m, um hon nú rann tann teinin eisini.
Valborg Heinesen fer smílandi um málið sum gullvinnari á 10.000 metrum á oyggjaleikunum á Bermuda
Herfyri rann Valborg sín fyrsta 5.000 m á breyt. Hetta var í kapping í Pólandi har hon endaði á øðrum plássi. Valborg var tá ikki heilt nøgd við renningina, men kortini gjørdist tíðin so góð sum 17.49.10 min. Valborg væntar annars at koma væl niður móti 17.00 heilt skjótt.
Í gjár byrjaði danska vetrarkappingin. Fyrsta umfar var crossrenning við Hindsgavl Slot í Middelfart. Hetta var sjálvandi kærkomið høvi hjá Valborg at royna eina crossrenning, áðrenn hon skal á stóru altjóða avbjóðingina í Reykjavík. Øll tann danska elitan savnast til donsku vetrarkappingina, so Valborg kundi vænta ein sera harðan dyst við tær mongu sterku kvunnurnar, sum eftir hondini eru í danskari renning. Við eini miðalferð á hørðu rutuni uppá 4.00 min fyri teir 6,6 km, endaði Valborg á einum flottum 9. plássi. Valborg umboðar størsta og sterkasta felagið fyri frælsan ítrótt í Danmark, Sparta frá Keypmannahavn, og sanniliga um hon ikki eisini gjørdist besti Spartanari á degnum. Saman við tveimum liðfeløgum endaðu tær á triðja plássi í liðkappingini.
Valborg í cross-renningini í gjár.
Teinurin, ið skal rennast í Reykjavík, er eitt sindur longri enn runnið varð í Middelfart í gjár. Hetta verður ivaleyst eisini ein fyrimunur fyri Valborg, sum hevur størri styrki á longru teinunum. Spennandi verður í øllum førum at fylgja við. FÍF ynskir Valborg bestu eydnu við kappingini.