Home Altjóða luttøka Valborg og Marna í stórformi

Valborg og Marna í stórformi

by Hallur Holm

Mikukvøldið vóru tvær sterkar føroyskar kvinnur í kapping í Keypmannahavn, til MINI Havneløb, sum Sparta skipar fyri. 5 og 10 km teinarnir eru DAF-góðkendir. Føroyski landsliðsrennarin Valborg Heinesen og ólavsøkuvinnarin Marna Egholm runnu báðar 10 km.

Valborg kempaði um sigurin allan vegin, men máttti at enda lata Anne-Mette Aagaard sleppa framvið. Men tíðin hjá Valborg gjørdist so góð sum 37.01, og er nýtt persónligt met. Besta tíðin framman undan var 37.09, sum hon rann til DM 10 km í mars.

Eisini Marna Egholm rann eina góða kapping, og kom sum fimta kvinna á mál við sterku tíðini 38.05! 376 kvinnur runnu við í kappingini, og sigur hetta ikki so lítið um føroysku kvinnurnar!!

Føroyskir menn hava veruliga nakað at síggja upp til í langteinarenning.

Mynd
Ein sterk og trimmað Valborg setti eitt gott persónligt met mikukvøldið

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur Bláhamar 15.08.14 - 14:02

Ótrúligt Valborg hevur nógv í sær:) Hjartaliga tillukku.

Comments are closed.