Home Altjóða luttøka Valborg og Marnar til NM á 10.000 m í Oslo

Valborg og Marnar til NM á 10.000 m í Oslo

by Hallur Holm

Tá HM í hálvum maraton var í Keypmannahavn 29. mars í ár, fingu vit nýggj met hjá bæði monnum og kvinnum. Bert 19 ára gamli Marnar Djurhuus tók næst elsta føroyska metið, sum hevði staðið síðani 1987. Við tíðini 1.08.52 tók hann næstan ein heilan minutt av metinum hjá Absalon Hansen, sum nú næstan var rustað fast í metlistan, eftir at hava staðið har í 27 ár. Harafturat gjørdist Marnar greiður vinnari av bólkinum 15-19 ár, og endaði eisini framman fyri fleiri rennarar, sum vóru við í sjálvari HM-kappingini, umboðandi sína tjóð.

Eisini Valborg rann heilt ótrúliga væl í Keypmannahavn og skar meira enn tríggjar minuttir av føroyska metinum, sum hon annars sjálv setti á vári í 2013. Eisini hon vann á fleiri HM-rennarum og endaði annars á einum ótrúligum fjórða plássi í bólkinum 20-29 ár.


Valborg rann skjótt á oyggjaleikunum, men skal renna ein heilan minutt skjótari til NM

Hesi úrslit eru so sterk og boða frá, at tey bæði kunnu renna NM á 10.000 metrum, sonevnda Nordic Challenge, og við virðing koma í gjøgnum kappingina, hóast ovurstóra mótstøðu. Harafturat er møguleiki hjá teimum báðum at seta nýggj føroysk met á 10.000 metrum, sum annars Guttorm Sørensen og Bjørk Herup Olsen eiga.

Innan Valborg og Marnar blivu endaliga úttikin, skuldu tey tó prógva teirra virði. Prógva, at renningin í Keypmannahavn ikki bert var eitt one-hit-wonder. Og bæði hava tey prógvað, at hetta ikki var av tilvild. Á Flaggdegnum gjørdi Marnar sum vanligt bart, men hesuferð tók hann rutumetið við einum hálvum minutti! Hetta var annars met, sum Bogi Lenvig setti í 2005. Valborg hevur bæði runnið DM 10.000 m og DM í hálvum maraton. Tað gekk henni ikki so væl á 10.000 metrum. Hetta tí at hon bæði dagarnar undan og sjálvan kappingardagin hevði trupulleikar við magapínu umframt at nógvur vindur var á breytini hendan dagin. Hinvegin gekk væl betur seinasta leygardag, tá hon gjørdist nummar seks til DM í hálvum maraton! Brekkur og vind havt í huga, hevur hendan renningin um møguligt verið enn sterkari enn renningin í Keypmannahavn. Tíðin til DM í Middelfart var 1.21.32!


Marnar sum vit kenna hann. Í Oslo verður mótstøðan nakað væl harðari enn hann er vanur við her heima

Hesi sterku úrslit hava so ført til úttøkuna til NM, sum verður á siðbundna Bislet Stadion. Bislet Stadion er sum flestum kunnugt eisini vertur fyri einari árligari Golden League stevnu, og har eru mong heimsmet sett á júst 10.000 metrum. So vónandi kunnu vit eisini fáa eitt ella bæði tvey føroysk met hetta hóskvøldið 22. mai.

FÍF ynskir Valborg og Marnari tillukku við úttøkuni og góða eydnu við kappingunum.


Seinast Marnar og Valborg runnu 10.000 m sama kvøld var á Bermuda. Tá gekk yvir allan forvæntning. Vónandi gongur minst líka væl í Oslo!

0 comment
0

Related Articles