Home Altjóða luttøka Valborg sigraði á øllum tí íslendska landsliðnum

Valborg sigraði á øllum tí íslendska landsliðnum

by Hallur Holm

Valborg Heinesen hevur í dag umboðað Føroyar í NM-kapping í cross-renning. Kappingin fór fram á ítróttarøkinum í Laugardalinum í Reykjavík í fagrasta vetrarveðri. Null hitastig, lítil vindur, og sólin kagaði fram av og á. Og mótstøðan var sera sera sterk. Bert tey allarbestu úr hinum norðurlondunum vóru við. 5 danskar, 3 svenskar, 3, norskar, 5 íslendskar og ein føroysk. Rennast skuldu 5 umfør á hálvan annan kilometur, íalt 7,5 km.

Í slíkum kappingum er sjáldan nakað taktiskt spæl. Tað verður runnið av lívsins kreftum frá byrjan til enda, og so var eisini í hesari kappingini. Longu eftir fyrsta umfarið var skrædnað sundur nógvastaðni. Okkara Valborg var á tólvta plássi frammanfyri allar tær fimm íslendsku kvinnurnar og einar 50 metrar aftanfyri Nanne Bagger úr Danmark, sum fyri 14 døgum síðani vann á Valborg í cross-kapping í Middelfart. Eftir annað umfar var støðan nærum tann sama. Valborg var nú væl frammanfyri fýra av teimum íslendsku, meðan tann eina hevði somu frástøðu. Munurin millum Valborg og donsku Bagger var so ikki øktur, kanska heldur hinvegin, og vónirnar um at Valborg fór at taka danan fóru at kveikjast.

Valborg NM
Myndirnar hjá okkara myndamanni eydnaðust ikki so væl, men her er ein stolin mynd frá Deca Text & Bild. Valborg er her í fer við at renna seg fram á donsku Nanne Bagger.

 

Og tá tær komu runt triðju ferð, hevði Valborg runnið seg heilt fram á donsku gentuna. Valborg ivaðist um hon skuldi rykkja framvið beinanvegin, ella bíða eina løtu og samla kreftir. Eingin hóttan var nú longur aftanfyri, so væl lá fyri. Alt tað næstseinasta umfari lá Valborg so í skugganum og gjørdi seg til reiðar til finaluna. Út á seinasta umfarið setti hon ferðina eitt sindur upp. Danska gentan sá nú út til at vera ernað nakað, og fylgdi væl við. Alt hetta seinasta umfarið skiftust um at rykkja frá hvørji aðrari, men báðar vóru tær líka tvørar. Ikki fyrr enn í seinastu undanbrekkuni oman stil svingið, sum er 50 metrar frá málinum, eydnaðist Nannu Bagger at sleppa nakrar metrar frá Valborg. Og tá tær fóru um svingið var tað ov nógv at taka innaftur. Endin gjørdist at Valborg endaði á 12. plássi við tíðini 27.39 min – 4 sekund aftanfyri Nannu Bagger á 11. plássi. Valborg var sum heild væl nøgd við kappingina, men lovaði við knýttum nevum, at næstu ferð skuldu tað ikki bara vera íslendingar aftanfyri.

Vinnari gjørdist svenska Charlotte Fougberg við 25.41 min, nr. 2 varð Inger Liv Nielsen, NOR, 25.43 og nr. 3 varð danska Simone Glad við 25.51 min. Hjá monnunum var tað danin Abdi Hakim Ulad, ið endurvann sítt norðurlendska meistaraheitið við einum spurtsigri á norska meistaranum Ørjan Grønnevig. Triðjur gjørdist danin Michael Nielsen.

NM í cross er eitt óført høvi hjá okkara allarbestu at royna seg í. Juniorkapping er eisini partur av tiltakinum, og er aldursmarkið har 20 ár. Vónandi kann talið av føroyingum til hesa kapping økjast nakað komandi árini, og stuttligt hevði verið, um vit einaferð eisini megnaðu at verða partur av liðkappingini.

NM kvinnur
Vánlig mynd av úrslitalistanum. Hann verður annars kunngjørdur á www.fri.is – slóð verður løgd her seinni.

 

0 comment
0

Related Articles