Nú er kappingarárið av og helst fleiri íðkarar hava frí frá venjing og/ella kappingum í nakrar vikur. Eins og undanfarin ár, so ætlar FÍF aftur í vetur, saman við øllum feløgunum, at skipa fyri Vetrarkapping í renning. FÍF fegnast um, at øll seks feløgini, nú eru í gongd og skipa fyri venjingum.
Skráin fyri Vetrarkappingina er løgd. Vetrarkappingin er víðka frá sjey til átta umfør í vetur. Trý umfør verða avgreidd í ár, og hini fimm eftir árskiftið. Byrjað verður sum vant við kappingini Runt Agnið, sum í ár verður 9. november.
Reglurnar, sum líkjast teimum undanfarnu, fyri Vetrarkappingina koma á heimasíðuna ein av komandi døgunum.
Tilmeldingarnar til Vetrarkappingina fara allar fram her á heimasíðuni hjá FÍF.
Skráin fyri Vetrarkappingina og onnur tiltøk, sum eru løgd er at finna niðanfyri. Um feløg hava ynski um at fáa eitthvørt tiltøk í skánna er tey vælkomin at seta seg í samband við FÍF.
Tiltøk 2013 | |||
Dagur | Kapping | Staður | Fyriskipari |
28. sep. | Venjaraskeið 10-12 | Tórshavn | FÍF |
12. okt. | Venjaraskeið 10-12 | Tórshavn | FÍF |
13. okt. | Venjaraskeið 10-12 | Tórshavn | FÍF |
— | |||
09-nov | VK-1 Runt Agnið | Toftir | Roysnið |
16-nov | Venjaraskeið Motiónsrenning | Tórshavn | FÍF |
23-nov | VK-2 Náttúrurenning Kerjar | Tórshavn | Hvirlan |
— | |||
07-des | VK-3 Tórshavn | Havn | Bragdið |
24-des | Kirkjurenningar | ||
— | |||
Tiltøk 2014 | |||
Dagur | Kapping | Staður | Fyriskipari |
04-jan | Nýggjárshálvmarathon | Toftir | Roysnið |
11-jan | VK-4 Vágar | Sørvágur | Frælsi |
18-jan | Reykjavík International | Reykjavík | ÍR |
25-jan | Stórmót ÍR (ÍS) | Reykjavík | ÍR |
26-jan | Stórmót ÍR (ÍS) | Reykjavík | ÍR |
— | |||
01-feb | VK-5 FM Crossrenning | Hoydalar | Bragdið |
15-feb | VK-6 Hvannasund | Hvannasund | Treysti |
22-feb | DM Innandura (DK) | Skive | DAF |
23-feb | DM Innandura (DK) | Skive | DAF |
— | |||
01-mar | DM Ung Innandura (DK) | Skive | DAF |
02-mar | DM Ung Innandura (DK) | Skive | DAF |
08-mar | VK-7 Suðuroy | Vágur | Hvistan |
15-mar | TF Renningin | Klaksvík | Treysti |
22-mar | VK-8 Várkappingin/FM 10km | Runavík | Roysnið |
29-mar | HM ½-marathon | Keypmannahavn | DAF |