Home Altjóða luttøka VU Spelen 1. dagur: Elin Niclasen silvur

VU Spelen 1. dagur: Elin Niclasen silvur

by Hallur Holm

Fríggjadagin byrjaði VU-Spelen í Gøtuborg, har 23 føroyskir landsliðsíðkarar eru við. Kappast verður eisini leygar- og sunnudagin. Fyrsta dagin vóru okkara fólk við í 14 kappingum, og úrslitini vóru fyri tað mesta sera góð.

Størsta bragdinum stóð Elin Niclasen fyri. Elin hevur altíð verið evnaríkur kastari. Nú hon hevur verið nógv skadd í seinastuni, hevur hon ikki fingið vant so nógv renning og lop, og hevur tí vant meira kast. Úrslitið sást í gjár, tá hon greitt vann silvurmerkið í spjótkasti fyri gentur 13 ár. Longsta kastið hjá Elini var 34,07 metrar. Tjóðarítrótturin í Finlandi er spjótkast, og tað var bara ein finsk genta, sum kastaði longur enn Elin. Eins svensk genta var á triðja plássi, ein týsk á fjórða og ein íslendsk á fimta.

handan_spjot3
Spjótheiðursmerkjahandan hjá gentum-13. Elin er í hvítum, til vinstru.

Tað var annars Bára Glerfoss, sum var fyrst á breytini, tá hon saman við 56 gentum skulid kappast í 60 m rimarenning. Bára kom ikki í finaluna, men tað gekk sera væl hjá Báru, sum gjørdist nummar tvey í sínum riðli, og við 10,25 sek eisini setti bólkamet. Bára bleiv samlað nummar 15 av teimum 70 gentunum.

Stutt eftir rimarenningina skulid Bára so kappast í hæddarlopi. Tað er altíð spennandi, tá Bára loypir, tí hon er ein av fleiri, sum er á gáttini at seta nýtt føroyskt kvinnumet. Men í hesi kappingini kundi tað ikki bera til, tí ymiskar keðiligar umstøður forðaðu hesum. Fyri tað fyrsta varð kappingina seinkað, fyri tað næsta vóru heilar 70 gentur við. Tað merkti, at frá tí at Bára leyp royndarlopið til hon leyp sítt fyrsta veruliga lop, gekk meira enn ein tími. Fyri tað triðja kom eisini okkurt ælið og fyri tað fjórða vardi kappingin heilar fýra tímar. Fyri tað fimta gjørdi dómarin eisini onkran feildóm móti Báru. Kortini eydnaðist Báru at koma upp um 143 cm og gerast nummar 18 av hesum 56 gentunum.

Longdarlopskappingarnar eru heldur ikki serliga hugaligar at kappast í. Ofta eru um 100 luttakarar í somu kapping, og hóast lopið verður í tveimum rekkjum, er ofta meira enn ein hálvur tími millum lopini. Fýra av okkara gentum royndu seg í longdarlopi í gjár, og hóast umstøðurnar gekk bara heilt væl.

Í bólkinum gentur 14 ár vóru 102 gentur við. Millum teirra var okkara Birita Ryan, sum leyp upp móti sínum allarbesta. Tveir sentimetrar var hon frá sínum egna meti, og við 4,57 m gjørdist hon nummar 37 av teimum 102 gentunum.

81 vóru við hjá gentum 15 ár, har okkara Elisabet Holm Simonsen skuldi royna seg. Hon er í ferð við at nærkast føroyska metinum í longdarlopi, so spennandi er at fylgja hennara kappingum. Hon var tó eitt sindur óheppin, tí onkur var komin undir merkið hjá henni, so hon visti ikki, hvar hon skuldi byrja atrenningina. Heldur ikki sleppur man at máta upp av nýggjum, tí tað órógvar hini. Hetta nervaði Elisabet nógv tey bæði fyrstu lopini, sum ikki blivu meira enn hálvgóð. Men í seinasta lopinum fekk Elisabet bjargað degnum, við sínum higartil næstlongsta lopi, sum bleiv 4.60 metrar. Hetta gav henni pláss nummar 35.

DSC03923b
Elisabeth og Birita áðrenn tær fara at gera seg klárar at leypa.

Tær báðar, sum hava kappast um føroyska metið hesi bæði seinastu árini, vóru eisini í kapping í longdarlopi í gjár. Margit W. Fríðmundsdóttir við gentum 17 ár og Edna Maria Debes við gentum 19 ár. Og tær kappaðust samstundis í hvør sínum bólki á hvør síni geil. Besta lopið hjá Margit var bara 3 sentimetrar frá hennara føroyska meti. Hetta rakk til 28. pláss av 43 luttakarum. Edna Maria fekk tað ikki at rigga hendan dagin, og var rættiliga langt frá sínum besta. Hennara besta lop var 4,39 metrar.

Jana Mittún er við landsliðnum fyri fyrstu ferð. Men tað sá ikki út til at nerva hana. Á 600 m tók hon øll á bólið á rann eina rimmar tíð og eini fýra sekund skjótari enn hon hevur runnið fyrr. Við 1.46,34 rann hon seg til eitt 2. Pláss í sínum riðli og samanlagt nummar 17 av teimum 60 gentunum.

Jana 1500m
Jana sær ikki út sum nakar nýbyrjari, og úrslitini tala eisini fyri seg eftirhondini.

Hans Erland Thomsen, dreingir 13, rann eisini 600 m. Við sínum eyðkenda spurti rann hann seg væl fram í sínum riðili, har hann endaði nummar 6 við 1.44,62 sum eisini er persónligt met. Samanlagt gjørdist Hans Erland nummar 17 av 41 dreingjum.

Maria Biskopstø, gentur 14, og Oddvør Josephsen, gentur 15, skuldu báðar renna 800 m. Tær vóru báðar komnar í sterkasta riðilin ella A-finaluna. Tað var ein øgilig byrjunnarferð í báðu hesum finalunum, og okkara smáu gentur máttu veruliga spíla seg út fyri at hanga í feltinum. Tað megnaðu tær báðar heilt væl. Maria gjørdist nummar 10 við nýggjum persónligum meti, 2.23,42 min. Samlað var hon eisini nummar 10 av teimum 50 gentunum. Oddvør fekk sett ein spurt inn móti endanum, og fangaði tvær. Hon gjørdist nummar 8 í A-finaluni, og nummr 9 samanlagt. 36 gentur vóru við her.

Seinasti á breytini í gjár var Jan Elmar Sørensen, sum skuldi renna 5.000 m. Jan Elmar hevur tikið seg almikið fram í seinastuni, og hevur m.a. tvær ferðir knógva oyl-kravinum á ½ maraton. Ætlanin í gjár var at renna undir 16 minuttir. Jan Elmar rann í B-finaluni, og kom at dominera hana nógv. Í byrjanini kom hann at liggja einsamallur á odda, men seinni bleiv tað eitt taktiskt spæl. Jan Elmar hevði tó mest fokus uppá tíðina heldur enn plaseringar. Alla tíðina sá út til at hann fór at røkka málinum, og so var eisini. Væl og virðiliga. Tí tá Jan Elmar sum tann triðji í riðlinum kom á mál, segði urið 15.49,33 min. Hetta er undir oyggjaleikakravið og Jan Elmar er 9. Føroyingurin, sum rennur undir 16 minuttir.

Jan Elmar 5.000m-1
Ein svenskari og ein normaður sluppu frammum, hinir 16 vóru verandi aftanfyri allar 5000 metrarnar.

Allan leygardagin hava vit eisini kappast, og nógv góð úrslit eru komin. Vit fara at greiða eitt sindur frá hesum øllum. Vit hava tað gott, og øll lata heilsa heim.

0 comment
0

Related Articles