Home Altjóða luttøka VU-Spelen 1. Dagur – Hanus Bergsson føroyskt met í spjótkasti

VU-Spelen 1. Dagur – Hanus Bergsson føroyskt met í spjótkasti

by Sølvi Reinert Hansen

Stórur hópur hjá FÍF er hetta vikuskiftið við í Vårlds Ungdomsspelen í Gøtuborg. Hetta er 5. árið á rað og sjeyndu ferð í alt, at FÍF sendir ungdómslandsliðið til júst hesa kappingina.

Sjáldan – um nakrantíð – eru so nógv góð úrslit komin eftir einum degi, sum tað komu í dag. Serliga gleðiligt var, at vit eisini fingu nøkur framúr góð úrslit í teknisku greinunum. Í lop- og kastigreinum verður ofta langt millum royndirnar, onkuntíð meira enn ein hálvur tími, og tá er trupult at fáa alt at hanga saman.

Men í dag bragdaði í fleiri førum. Í spjótkastkappingini hjá dreingjum 18-19 ár langaði Hanus Bergsson spjótið út á 57,75 metrar í fyrstu royndini, og tók harvið sjey ára gamla metið hjá Rógva Højgaard við EINUM sentimetri! Hetta kastið sendi so Hanus í finaluna og gav honum tríggjar royndir afturat. Í allarseinastu royndini setti Hanus enn eitt føroyskt met, tá hann kom heilt út á 59,00 metrar.

hanus
Hanus Bergsson eigur nú føroyska metið í spjótkasti

Eitt sera sera sterkt úrslit hjá Hanusi, sum eisini rakk til eitt væl uppiborið bronsuheiðursmerki í hesi sterku kappingini. Fyri at undirstrika bragdið, skal upplýsast, at higartil í ár eru bert tríggir danskir menn, ið hava kasta longur enn 19 ára gamli Hanus Bergsson. Helgi Geyti fekk eisini bøtt sítt persónliga met í spjótkasti og var beint undir 45-metra merkið.

helgi
Helgi Geyti setti persónligt met

Og so var tað Tórur Mortensen! Fyri einum ári síðani setti hann persónligt met her á Nya Ullevi við 5,14 m í longdarlopi. Nú eitt ár, nakrar sentimetrar hægri, og eftir nógvar tímar í sandkassanum á Tórsbreyt, var hann flúgvandi. Hóast x í báðum teimum fyrstu lopunum, so satsaði hann í triðja. Úrslitið gjørdist garrvilt. 16 ára gamli Tórur kom heilt út á 6,18 metrar, og bøtti sítt egna bólkamet við einum lítlum hálvum metri!

IMG_0080
Tórur Mortensen (her á Tórsbreyt) setti eitt flott PM í dag

Hetta gav eisini Tóri eitt pláss í finaluni, har hann eisini fekk prógvað, at hetta ikki bara var eitt tilvildarligt langt lop, tí aftur í finaluni var hann omanfyri teir seks metrarnar! Tórur, sum nú bert manglar 12 sentimetrar í at klára oyl-kravið til Jersey-leikirnar, endaði á einum samlaðum 6. Plássi.

Klaksvík hevur við Óluvu A. Joensen fingið ein stinnan kúlustoytara. 12 ára gamla Óluva hevur ikki vant nógv við kúluni, men hon er sera sterk, og hevur góð kappingarevni. Fyri bert fáum vikum síðani tók hon bólkametið við einum metri, og í dag legði hon so ein metur afturat. Tær vóru nógvar gentur við í kappingini, og sera javnt var. 8 av teimum umleið 50 gentunum komu í finaluna, og Óluva kom við sum tann seinasta, og fekk sostatt tríggjar royndir afturat. Her megnaði hon í allarseinasta kastinum at kasta 9,80 metrar, sum vísti seg at røkka til 6. Pláss – tó bert 11 sentimetrar frá bronsuplássinum.

óluva
Óluva A. Joensen setti eitt flott bólkamet

0 comment
0

Related Articles