VU-spelen 2020

Skrivað hevur


Fyrireikararnir av VU-spelen hava boðað frá, at tey í seinasta lagi 1. juni taka støðu til, um VU-spelen verður fyriskipað í ár, vegna korona. So hettar vita vit sjálvsagt ikki enn.

Starvsnevndin í FÍF hevur tó avgjørt, at vit, í ár, vegna korona, ikki fara avstað sum samlaður hópur.

Hetta eru vit sera hørm um, men meta tað verða rættast, í mun til støðuna í Svøríki og í mun til, at vit øll skula í sóttarhald, tá ið vit koma heim. Harafturat verður túrurin ov langur, tá ið Atlantic, sum er, bert flýgur 3 dagar um vikuna.

Av tí at hetta er kappingin, sum nógv tykkara gleða seg til, fara vit at royna at gera okkurt annað seinni í ár, sum samlaður hópur. Hetta, um umstøðurnar annars verða betur at ferðast í.

Um onkur er, sum allíkavæl velur at fara til VU-spelen at kappast sum einstaklingur, hevur FÍF tikið avgerð um, at stuðla tykkum við 5.500 kr. So latið okkum vinarliga frætta.

Kravið til at fáa lut í hesum serliga stuðlinum er, at krøvini til upptøku í talent-, elitu- ella Oyl-bólkin eru rokkin. Krøvini eru at finna her

Vinaliga

Frælsur Ítróttur Føroya

Comments are closed.