Home Altjóða luttøka VU-Spelen: 9 persónlig met næsta dagin!

VU-Spelen: 9 persónlig met næsta dagin!

by Hallur Holm

Í gjár fór at regana á miðdegi, og síðan var samregn fram til nátturðatíð. Øðrvísi var í dag. Frá morgunstundini til okkara seinastu kappingar bakaði sólin niður av klárum himli. Tað eru langir dagar á Ullevi. Longu kl. hálvgum átta í morgun fór fyrsti bólkurin av vallaraheiminum.

Tinna Berg Jørgensen, sum fylti 12 ár í gjár, skuldi longu kl. 9.10 renna 80 metrar. Tinna kom fyri nøkrum vikum síðani væl undir A-kravið á netupp 80 metrum, so sæð varð við spenningini  fram til hesa kappingina. Tær vóru heilt nógvar tilmeldaðar, so heilir 10 riðlar skuldu avgreiðast, áðrenn greiða fekst á, hvør slapp víðari til A- og B-finalurnar. Tinna skuldi renna í 8. riðili á geil 5. Tað gjørdist eina sera javnur riðil, har fýra tær fremstu komu næstan púra javnar um mállinjuna. Tinna var ein av teimum fýra, men eitt lítið vet aftanfyri nr. 3. Men so skjótt hevði hon runnið,  at hon kom víðari í B-finaluna. Tíðin gjørdist 11.45, og er nýtt bólkamet og persónligt met.


Tinna kýtir seg alt hon er ment til at kroysta hvønn 1/100 av tíðini

Í A- og B-finalurnar komu bara sekstan tær bestu av teimum umleið 80 gentunum. Her eydnaðist Tinnu at leggja tvær aftur um seg í B-finaluni, og harafturat fekk hon betri tíð enn tær báðar síðstu í A-finaluni. Sostatt gjørdist Tinna samlað nr. 12. Tíðin í B-finaluni var 6/100 sek verri enn  innleiðandi men avgjørt góðkend. Tinna hevur nú síðani seinasta vár betrað seg umleið hálvt annað sekund á 80 metrum!


6. pláss í B-finaluni tryggjaði Tinnu eitt samlað 12. pláss av gott 80 spurtarum!!

Síðani var tað Marita K. Petersen, sum skuldi renna 80 metrar í kappingini gentur 13 ár. Eisini har var ein ørgrynna av luttakarum og 13 riðlar at avgreiða. Marita rann á geil tvey í sætta riðili. Framman undan var besta tíðin hjá Maritu 12,27 sekund. Í dag klípti hon næstan eitt hálvt sekund av, tá hon rann 11,83 sek! Hetta var tó ikki nóg mikið til at koma víðari í finaluumfarið. Samlað rakk tíðin til nr. 60 av 101 luttakarum.


Marita er við í heili 6 kappingum á VU-Spelen. Her stríðist hon á 80 metrum.

Triðji spurtarin í kapping í morgun var Trygvi Laksafoss, sum rann 100 metrar við dreingjum 17 ár. Trygvi kom fyri nøkrum fáum vikum síðani undir 12 sekund fyri fyrstu ferð, so spennandi var, um hetta skuldi eydnast einaferð afturat. Og tað gjørdi tað eisini. Hann tók 11/100 sek av síni tíð, og sett persónligt met við 11.88 sek.


Trygvi Laksafoss kom enn einaferð undir 12 sekund!

Katarina Høj, sum í gjár vann bronsu á 600 metrum hjá gentum 12 ár, var í dag við í 1.500 metra kappingini hjá gentum 13 ár. Til Tårnby Games rann Katarina teinin uppá  5.24 min, og hon bleiv tilmeldað við 5.20 min. Men eftir kanón-úrslitið í gjár, vildu vit tryggja okkum, at Katarina kom at renna við teimum allarbestu, so tilmeldingartíðin bleiv í evstu løtu broytt til 5.08. Katarina legði seg heilt aftarlaga frá byrjan. Og tað var skilagott, tí ferðin var ivaleysa høg. Spakuliga tók hon seg síðani fram gjøgnum feltið. Viðhvørt yvirhálaði hon eina, og viðhvørt tvær í senn. Hetta inntil hon var komin á 6. pláss, tí nú var eitt fitt petti fram til nr. 5. Seinastu løtuna rann hon longur undan teimum aftanfyri, og nærkaðist eisini eitt sindur teimum frammanfyri. Men ongar forskjótingar vóru afturat, so endaliga úrslitið var 6. pláss og tíðin gjørdist  5.07.59 min. Hetta er ein sera góð tíð – ja so góð, at hon inntil fyri fáum árum síðani var føroyskt kvinnumet á teininum!


Katarina Høj í harðari kapping við m.a. tríggjar av danska ungdómslandsliðnum.

Í gjárkvøldið sóu vit Diamond League úr Frankaríki. Her var danski superleyparin  Morten Jensen við. Hann má hava gjørt skjótt av, tí longu seinnapartin í dag var hann aftur klárur at loypa. Men hesaferð á Ullevi í Gøteborg og fekk hann m.a. føroyska mótstøðu, tá Daniel Djurhuus Rein bjóðaði av. Daniel royndi til tað seinasta at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar, men fekk ongantíð tað góða lopið, sum vit øll vita hann kann leypa. Um tað vóru tær stóru kanónirnar, hann var komin í hóslag við, sum fingu Daniel at spíla seg út, tori eg ikki at siga, men í øllum førum kom eitt risalop longu í fyrsta umfari. 6,44 metrar og 24 cm longur enn oyl-kravið! Næsta lopið traðkaði hann yvir, men aftur í seinastu royndini leyp hann yvir 6 metrar. Hesaferð tó ikki so langt sum fyrsta lopið, men kortini 6,04 metrar.


Daniel Djurhuus Rein – gjøgnumbrot í dag!

Og so trein okkara bronsuvinnari á 5.000 metrum á oyggjaleikunum, Marnar Djurhuus, á breytina. Hann skuldi renna  1.500 metrar við dreingjum 17 ár. Málið hjá Marnari var at koma niður ímóti ella undir 4.10 min. Hann legði út sum eitt óløgi. Fyrstu 3-400 metrarnar var hann leysur frá hinum, sum flestir vóru eitt ár eldri enn Marnar. Og alt næsta umfarið lá hann eisini á odda. Men so fór at knípa. Spakuliga fór hann aftur gjøgnum feltið, og einu løtuna var hann komin aftur sum nummar níggju. Men so var beit hann aftur saman tenn, og helt fast, og seinastu 200 metrarnar fekk hann tveir aftur, og eisini vunnið eitt sindur av mistu tíðini aftur. Endaliga tíðin gjørdist 4.12,10 og rakk til 7. plássið.  Marnar hevði hug at taka til lærkrikannakrar ferðir undir renningini, og segði aftaná, at trupulleikar við lærkrikanum høvdu kostað honum nógv í dag. Í øllum førum er vist, at tá Marnar er eitt ár eldri, og rennur eitt sindur javnari, er hann millum avgjørdu favorittarnar at vinna hesa kappingina næsta ár.


Marnar tók leiðsluna fyrru helvtina av kappingini.

Steingrímur Hallsson kom sum trøll úr eskju fyri nøkrum vikum síðani og kastaði 35,93 metrar í spjótkasti. Og soleiðis kvalifiseraði hann seg í evstu løtu til VU-Spelen. Síðani tá hevur hann tó klárað krøvini í bæði 1.000 metra renning og trístøkk! Í dag skuldi hann fyrst renna 800 metrar. Persónliga met hansara var 2.21, og tí var hann koyrdur í triðja riðil av teimum trimum sum vóru. Rennararnir í hesum triðja riðilinum høvdu allir tíðir frá 2.20 og uppeftir, so Steingrímur skuldi ikki vera bangin fyri at taka ábyrgd, og fáa ferð á feltið. Og ta ábyrgdina tók hann eisini. Longu eftir 200 metrum var hann langt frammanfyri nr. 2. Og gjøgnum alla kappingina økti hann um munin. Á mállinjuni var hann minst 50 metrar frammanfyri nr. 2. Og talan gjørdist eisini um eitt flott persónligt met til Steingrím. 2.15,09 min. rann hann, og tað er eisini 3 sekund undri A-kravinum. Við hesi tíðini yvirhálaði hann samstundis allar rennararnar í B-finaluni umframt tann aftasta í A-finaluni. Harvið gjørdist Steingrímur samanlagt nr. 10 av teimum gott 30 rennarunum!


Longu á fyrra umfari var Steingrímur klárt á odda

Stutt eftir skuldi Steingrímur kasta spjót. Vónað var, at hann kundi taka tað positiva upplivilsið við sær til spjótkastið, men tað sá ikki út til at virka. Fyrsta kastið gjørdist tað longsta – 30,27 metrar. Hini bæði vóru undir 30 metrar. Eitt sindur spell, tá bæði upphitingarkastini lættliga fóru út á 31-32 metrar.


Steingrímur fekk spjótið útum 30 metrar aftur í dag

Samstundis var kastikapping hjá dreingjum 17 ár. Tað vóru Hanus Bergsson og Hallur Simonsen, sum royndu seg í kúlustoyti. Heldur ikki teir báðir kastaðu upp til sítt besta í dag. Í seinastu royndini fekk Hanus tó so nøkulunda bjarga degnum við einum 10,23m kasti, meðan besta kastið hjá Halli gjørdist 9,88 metrar. Ein góðan dag kasta teir báðir upp móti 11 metrum.


Hallus roynir seg fyri aðru ferð í kúlustoyti í dag

Og so vóru bara 400 metra renningarnar eftir. Fyrst gentur 19 við Rebekku Fuglø. Rebekka hevur tikið seg ómetaliga nógv fram á øllum teinum, hon hevur runnið í vetur, vár og nú í summar. Nú er eitt sindur síðani hon hevur runnið kapp á 400 metrum, men spent vóru vit, tí eitt persónligt met her hevði merkt tað sama sum nýtt føroyskt met. Men tað eydnaðist ikki hjá Rebekku í dag. Hon stívnaði nakað nógv móti endanum og var við tíðini 63,36 umleið eitt sekund frá sínum egna føroyska meti.


Rebekka beint eftir startin í 400m

At enda vóru tað teir tríggir Bragda-búllarnir Rúni Seloy, Hans Jacobsen og Regin Joensen, sum allir høvdu vónir um eitt gott úrslit á 400 metrum. Rúni var í 3. riðili, Hans í fjórða og Regin í fimta. Tað sá gott út hjá Rúna, sum var sera væl við alla tíðina. Á seinastu 100 metrunum, hevði hann ta einu løtuna hug at taka seg fram um hinar, men fór so baklás og bleiv sjálvur yvirhálaður. Hann helt triðjaplássið í riðilinum og kom á mál við tíðini 52,88 sek. Rúni hevur runnið 52,32 sekund innandura, men hetta var nokk til persónligt met uttandura.


Rúni spennir avstað

Hans hevur leingi arbeitt við at betra sín 400 metur. Og tað hevur allatíðina gingið spakuliga framá. Hann hevur tó allatíðina mangla nakrar fáar 1/10 partar niður til A-kravið, og í dag skuldi tað so verða. Eisini Hans var væl við til tað seinasta, men stívnaði so heilt nógv til síðst. Eitt sindur skuffandi hjá Hans, at endaliga tíðin fór beint uppum 55 sek. Við einari eitt sindur varligari byrjan, er lítið at ivast í, at Hans lættliga smýgur sær undir 54,5 sekund. Mon ikki tað verður longu næstu ferð?


Hans á veg móti málstrikuni

Síðsti maður í kapping í dag var Regin. Hann er vaksin nógv í vetur, og er eisini styrknaður heilt fitt. Tíðirnar hjá honum á teimum heilt stuttu teinunum eru blivnar markant betri, og spennandi var, um hann enn einaferð kundi bøta sína 400 metra tíð. Eins og Rúni og Hans, legði eisini Regin rættiliga harðliga út. Men hann stívnaði ikki so nógv sum hinir báðir, og stríddi seg á mál við einari betring uppá næstan eitt heilt sekund!! Tíðin hjá Regini gjørdist 54,25 sekund og gav honum eitt samlað 27. pláss. Rúni gjørdist nr. 19 og Hans nr. 37 av teimum út við 50 rennarunum.


Regin setti aftur persónligt met í dag – hesaferð í 400m

Aftur í morgin hava vit ein langan dag. Tey, ið eru áhugað í at síggja skránna, kunnu hyggja inn á greinina “talentbólkurin til VU-Spelen”.


Marita, sum rennur í geil 2, setti persónligt met, sum nú er 11,83 sek.


Marita var væl nøgd við sín innsats í 80m


Trygvi var sera væl nøgdur við sítt nýggja persónliga met á 11,88 sek.


Tinna í geil 7, eftir 20m í b-finaluni


Tinna var væl nøgd við pláss í b-finaluni og sítt persónliga met í 80m


Hallur bæði tekur film og skrivar, meðan Gutti er myndamaður


Tinna, sum fylti 12 ár í gjár


Beint eftir startin í 1.500m. Katarina er uttast til høgru


Marnar setti við tíðini 4.12,10 min. persónligt met i 1.500m í dag


Steingrímur, í geil 4,  beint eftir startin í 800m


Steingrímur kemur um málstrikuna langt frammanfyri teir næstu


Steingrímur eftir trygga sigurin í c-finaluni í 800m


Hallur og Hanus áðrenn kúlustoytkappingina


Her royna teir seg báðir fyri triðju ferð


Rebekka var ikki heilt nøgd við sín 400m í dag


Rúni ger seg tilreiðar til 400m renningina


Rúni og hinir vóru sera javnir einu løtuni á seinastu 100 metrunum í 400m


Regin, nr. tvey frá vinstru, setti persónligt met í 400m


…”Nú dagurin at enda er”

0 comment
0

Related Articles