VU Spelen: Dagur 1 og met 1

Skrivað hevur

Sum so mangan til kappingar, bæði í Føroyum, men kanska serliga uttanlanda fella gomul met og nýggj vera sett. Oftast bólkametini, men javnan tey føroysku metini hjá teimum vaksnu eisini.
Tey sum eru a VU Spelen í ár vóru longu fyrsta kappingardagin vitni til eitt stórt flott met. Fysta kappingardag, sum er fríggjadagurin, var tað annars bert knappliga helvtin av íðkarunum í hópinum sum høvdu uppgávur á Ullevi Stadion í Gøteborg. Her sæst hvat spurdist burtur úr:

F17 Spjut Kristianna S. Joensen 26,73
F17 Spjut Elin Niclasen 35,22
P14 Längd (kval) Eiri Jógvansson Glerfoss 5,81
F19 Höjd Teresa Bláhamar 161 !!
F19 Spjut Sunniva Bogadóttir 35,86
F14 800m Vibeka Eihilt Sivertsen 2.31,12
F15 Längd (kval) Børka Berg Jørgensen 4,35
F17 800m Maria Biskopstö 2.17,36
F17 800m Kristianna S. Joensen 2.39,39
F19 800m Oddvör Josephsen 2,22,72
F16 Längd (kval) Bára J. Glerfoss 4,40
F19 Längd (kval) Elisabeth H Simonsen 4,88

 

Tað sum eigur at ‘leypa’ í eyguni eru teir 161 cm hjá Teresu Bláhamar, tí tað er ein forbetring av føroyska hæddarlopsmetinum hjá kvinnum við heili 6 centimetrum. Gamla metið átti Teresa sjálv; og fyrr í ár tangeraði hon metið à 155  cm sum hon setti longu í 2017. Her sæst vido sum Jógvan Glerfoss tók upp av lopinum: Teresa før. hæddarlopsmet slowmotion

Av øðrum fínum úrslitum eigur eitt hjá Eira J. Glerfoss at vera nevnt, tí við einum longdarlopið uppá 5,81 í finaluni lá hann eina løtu til eina silvurmedalju. Tíverri fyri hann vóru tveir sum lupu longur í teirra seinasta lopið, og endaði Eiri sostatt sum nr. 4 av 70 dreingjum. Bólkametið varð sett fyrr í juni av Eira sjálvum og var tað inntil nú til VU 5,61m. Nú er tað 5,77m sum var úrslitið av tí eina lopinum í finaluseriuni við góðkendum vindi. Har var 2,6 m/s viðvindur tá hann leyp 5,81m.

Sunniva Bogadóttir vísti stabilitet við sinum 35,86 m í spjótkast, sum bert er 2 cm frá hennara persónliga besta úrslitið. Tað rakk eisini til eitt pláss í finaluni, har 8 tær bestu fingu 3 royndir afturat at avgera hvør skuldi uppá skamlarnar hjá 19 ára gomlu spjótdamunum.

Vibeka bøtti um sítt persónliga besta úrslit á 800m við góðum 4 sekundum, og Børka leyp 3 cm longur enn hon nakrantíð fyrr hevur megnað.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*