Sum so mangan til kappingar, bæði í Føroyum, men kanska serliga uttanlanda fella gomul met og nýggj vera sett. Oftast bólkametini, men javnan tey føroysku metini hjá teimum vaksnu eisini.
Tey sum eru a VU Spelen í ár vóru longu fyrsta kappingardagin vitni til eitt stórt flott met. Fysta kappingardag, sum er fríggjadagurin, var tað annars bert knappliga helvtin av íðkarunum í hópinum sum høvdu uppgávur á Ullevi Stadion í Gøteborg. Her sæst hvat spurdist burtur úr:
F17 Spjut | Kristianna S. | Joensen | 26,73 |
F17 Spjut | Elin | Niclasen | 35,22 |
P14 Längd (kval) | Eiri Jógvansson | Glerfoss | 5,81 |
F19 Höjd | Teresa | Bláhamar | 161 !! |
F19 Spjut | Sunniva | Bogadóttir | 35,86 |
F14 800m | Vibeka Eihilt | Sivertsen | 2.31,12 |
F15 Längd (kval) | Børka Berg | Jørgensen | 4,35 |
F17 800m | Maria | Biskopstö | 2.17,36 |
F17 800m | Kristianna S. | Joensen | 2.39,39 |
F19 800m | Oddvör | Josephsen | 2,22,72 |
F16 Längd (kval) | Bára J. | Glerfoss | 4,40 |
F19 Längd (kval) | Elisabeth H | Simonsen | 4,88 |
Tað sum eigur at ‘leypa’ í eyguni eru teir 161 cm hjá Teresu Bláhamar, tí tað er ein forbetring av føroyska hæddarlopsmetinum hjá kvinnum við heili 6 centimetrum. Gamla metið átti Teresa sjálv; og fyrr í ár tangeraði hon metið à 155 cm sum hon setti longu í 2017. Her sæst vido sum Jógvan Glerfoss tók upp av lopinum: Teresa før. hæddarlopsmet slowmotion
Av øðrum fínum úrslitum eigur eitt hjá Eira J. Glerfoss at vera nevnt, tí við einum longdarlopið uppá 5,81 í finaluni lá hann eina løtu til eina silvurmedalju. Tíverri fyri hann vóru tveir sum lupu longur í teirra seinasta lopið, og endaði Eiri sostatt sum nr. 4 av 70 dreingjum. Bólkametið varð sett fyrr í juni av Eira sjálvum og var tað inntil nú til VU 5,61m. Nú er tað 5,77m sum var úrslitið av tí eina lopinum í finaluseriuni við góðkendum vindi. Har var 2,6 m/s viðvindur tá hann leyp 5,81m.
Sunniva Bogadóttir vísti stabilitet við sinum 35,86 m í spjótkast, sum bert er 2 cm frá hennara persónliga besta úrslitið. Tað rakk eisini til eitt pláss í finaluni, har 8 tær bestu fingu 3 royndir afturat at avgera hvør skuldi uppá skamlarnar hjá 19 ára gomlu spjótdamunum.
Vibeka bøtti um sítt persónliga besta úrslit á 800m við góðum 4 sekundum, og Børka leyp 3 cm longur enn hon nakrantíð fyrr hevur megnað.