Home Altjóða luttøka VU-Spelen: Dramatikkur á 800 m!

VU-Spelen: Dramatikkur á 800 m!

by Hallur Holm

Ikki hevur verið nógv at frætt um avrikini hjá oyl- og talentliðnum, sum kappaðist í Gøtuborg seinasta vikuskifti. Vit fara við nøkrum greinum næstu dagarnar at taka saman um nøkur av avrikunum, og byrjað verður við ótrúligu hendingunum á 800 m hjá gentum 14 og kvinnum.

Tað byrjaði fríggjakvøldið við gentum 14. Tær 37 genturnar blivu koyrdar í fýra riðlar. Katarina Høj úr Bragdinum var meldað til við síni higartil bestu tíð, 2.27, og hetta var nóg mikið til at koma í tann fyrsta og sterkasta riðilin. Tær byrjaðu við buldur og brak og Katarina helt seg skilagott heilt aftarlaga. Eftir fyrra umfarið byjrar hon at taka seg fram. Longur og longur. Og seinastu 100 metrarnar fer hon at mín sann at togast um triðja plássið. Sentimetur fyri sentimetur tekur hon seg fram, og málstrikuni tordi eingin at siga, hvør var nr. 3 og hvør var nr. 4. Gleðin var tí stór, tá rópt var til heiðursmerkjahandan. Katarina hevði vunnið bronsuna og tíðin var so góð, at hon rakk til føroyskt met hjá kvinnum. Eitt met, sum Rebekka Fuglø hevur havt síðani sept. 2011. Nýggja metið hjá Katarinu bleiv til 2.17.99 – ella heili sjey sekund undir oyl-kravið, sum var galdandi til komandi oyggjaleikir!

  

  

  


Stríðskvinna um ein háls. Katarina át seg 1/100 sekund fram um svensku Miku Søderstrøm, setti føroyskt met og vann bronsu við 2.17,99 min!!


Ein fegin Katarina staðfestir, at metalið er ok.

Tordis Debes Eiriksfoss átti fyrsta føroyska metið, sum hon setti á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989. Hetta metið, sum var 2.25 min, slapp at standa inntil Bjørk Herup Olsen tók tað. Síðani hava Rebekka og Bjørk skiftst um at betra tíðina, inntil nú Katarina sum trøll úr eskju gjørdist fyrsta føroyska kvinnan undir 2.18 min.

Og hetta festi veruliga eld í stríðshugin hjá Rebekku Fuglø, sum skuldi renna okkara alra seinastu kapping klokkan fimm minuttir yvir átta sunnukvøldið. Stríðshuginum hevði nú heldur einki bilað leygardagin, tá Rebekka rann 1.500 metrar. Men hendan dagin vóru beinini hvørki at høgga ella stinga í. Tey vildu ikki tað, sum Rebekka vildi, og úrslitið – 4.55,11 – sum var minst 10 sekund seinni enn hon hevði ætlað, var eisini orsøk til at Rebekka var meira tendrað enn nakrantíð.

Støðið á VU-Spelen er sera høgt, og Rebekka var komin í triðja og seinasta riðilin millum tær 28 kvinnurnar hendan dagin. Men Rebekka var ikki bangin, men legði seg á odda frá byrjan, og byrjaði rættliga skjótt at draga frá. Fyrstu 400 metrarnar rann hon uppá 65 sekund. Hóast hon rann á odda allan vegin megnaði Rebekka at halda høga ferð heilt á mál, og tað eydnaðist ongantíð hinum at hótta Rebekku. Á málinum var hon næstan 30 metrar frammanfyri ta næstu, og við tíðini 2.15,84 setti hon eitt flott nýtt føroyskt met, og liggur nú nr. 9 á danska ranglistanum, har Katarina er nr. 12.


Rebekka gevur alt hon eigur fram móti málstrikuni, og endurvinnur føroyska metið, sum Katarina Høj stjól í tveir dagar.

Tað gekk væl hjá gentunum á 800 metrum, tí eisini Karin Holm Simonsen (gentur 14) og Sára Debesardóttir (gentur 15) settu persónlig met. Karin rann sín 800 m á odda allan vegin, til hon varð tikin av einari seinastu 100 metrarnar. Sára legði meira varliga út, men fram móti 400 metrum byrjaði hon at taka seg fram. Og tá hon nú var byrjað, kundi hon eins væl yvirhála allar samlar, so eftir 450 metrum lá hon brádliga á odda. Hesa leiðslu helt hon flott heilt á mál, og økti enntá eitt sindur. Endaliga tíðin hjá Sáru gjørdist 2.28,68 min. og bleiv nr. 16 av 30. Tíðin hjá Karin gjørdist 2.28,97 min. og bleiv nr. 11 av 37.

 
Karin á odda nú farast skal á seinna umfarið. Sára tók eitt ódnartak og frá 350 til 450 metrar fór hon framvið øllum hinum – og helt!

Katarina Høj misti metið á 800 metrum næstan áðrenn hon hevði tikið tað. Tí man tað vera plástur á sárið, at hon aftur leygardagin tók eitt føroyskt met. Tað hendi, tá hon tók óalmenna metið á 300 metrum. Tær fýra Bragdagenturnar, Sára Debesardóttir, Margit F. Weihe, Karin H. Simonsen og Katarina Høj runnu allar 300 m í bólkinum gentur 14-15 ár. Seinasta ár tók Sára Debesardóttir føroyska metið við 44,60 sekund. Hetta hevði hon ætlanir um at bøta, men tað eydnaðit henni ikki. Hon var fyrst av teimum fýra at royna seg, og tíðin gjørdist 45.46 sek. Síðani komu bæði Margit og Katarina Høj í sama riðili. Hendan riðilin vann Katarina, og urið vísti, at hon hevði tikið óalmenna metið á 300 metrum við 1/100 sek. Hetta bleiv tó rættað til 44,57 sek, sum er 3/100 sek betri enn gamla metið hjá Sáru. Margit kom á mál við 45,62 sek. Seinast at royna seg var Karin. Hennara tíð gjørdist 46,70 sek. Samlað gjørdust tær ávikavíst nr. 43, 62, 69 og 81 av teimum yvir 100 gentunum.


Katarina Høj á geil 3 setti enn eitt føroyskt met. Hesuferð á 300 metrum. Á geil  6 er tað Margit Fríðmundsdóttir, sum eisini rann ein góðan 300 m.

 

 

 

 

 

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

regin 05.07.13 - 14:37

góð grein, flott úrslit, gleði meg til fleir frásagnir

send til fjølmiðlarnar. teir skriva dúgliga um heiðurlig føroysk úrslit í svimjing í danmark etc.
eg haldi føroya fólk má hoyra um 3. bestu gentu í skandinavia í 800m, hetta er minst líka flott.

Comments are closed.