Home Altjóða luttøka VU-Spelen: Hanus Bergsson okkara næsti spjótkongur?

VU-Spelen: Hanus Bergsson okkara næsti spjótkongur?

by Hallur Holm

Í Føroyum hava vit hjá monnunum havt tveir kastikongar tey seinastu árini. Heri Ziska hevur sitið á bæði hamara- og kringlutrónini í meira enn 20 ár, meðan Rógvi Højgaard hevur verið okkara spjótkongur í skjótt 10 ár. Hesir báðir fara eisini at umboða Føroyar á oyggjaleikunum, sum byrja um eina viku. Men men. Teir báðir 18-ára gomlu krúnprinsarnir,  Hallur Simonsen, klingra, og Hanus Bergsson, spjót, eru nú av álvara farnir at hótta teir eldru, og spennandi er at fylgja teimum í komandi tíðum.

Føroyar vóru við í átta kastikappingum á VU-Spelen seinasta vikuskifti, harav fimm í spjótkasti. Úrslitini livdu kanska ikki heilt upp til vónirnar, men tvey persónlig met komu tó, og tey vóru bæði bólkamet. At Hanus Bergsson kann kasta heilt langt prógvaði hann í fjør, tá hann kastaði 700 gr tunga spjótið út á 57,55 m. Tað var tí við spenningi at sæð varð fram til hetta kappingarárið hjá Hanusi, tá hann skuldi byrja at kasta við 800 gr tunga spjótinum, sum er tað, sum vaksnir menn brúka. Men í vetur breyt Hanus beinið, og hetta hevur sjálvandi darvað hansara kappingarár. Men í seinastuni hevur sæð betri út, og til Grand Prix 2 tók hann bólkametið við 48,26. Eitt longri kast hevur verið í væntu, og nú til VU-Spelen kom hann út á 53,41 og gjørdist nr. 6 av teimum 14 kastarunum. Hanus merkti ein skaða í økslini, og gavst áðrenn finaluna, sum hann hevði kvalifiserað seg til.


Vónandi og væntandi verður Hanus (smílandi) klárur til oyggjaleikir um tvey ár!

Klingrukastarin Hallur Simonsen er ikki byrjaður at kasta við 2 kilo-klingruni enn. Hann hevur tó í onkrari kapping í ár kastað 2 kilo-klingruna út á 39,78 metrar!! 1,75 kilo-klingruna, sum dreingir 18-19 kasta við, hevur Hallur kastað heilt út á 41,42, so tað var spennandi at síggja, hvussu Hallur fór at standa seg í kappingini við teir bestu klingrukastaranar í norðurlondum. Hallur er kastari, sum sera gjarna vil vinna, og sum ikki er bangin fyri at fara beinleiðis eftir sigrinum. Hann er tí eisini ein kastari, sum satsar nógv í hvørjum kasti, og hetta kann onkuntíð kosta dýrt. Tað gjørdi tað tíverri hendan dagin, tí í ongari av teimum trimum royndunum kom klingran út úr kastiringinum. Men tað er altíð ein næsta kapping, og vónandi eydnast Halli, sum annars er nr. 2 á danska ranglistanum, at betra seg enn meira seinni í ár.

Hallur royndi seg eisini í kappingini í kúluvarpi, og her gjørdist hann nr. 7 við 11,97 metrum.

 


Evnaríki Hallur Simonsen er ikki bara langlimaður – hann er eisini bæði sterkur og kvikur!

Seks av okkara oyggjaleikaluttakarum vóru við í Gøtuborg, har teir fingu nakað av kappingarvenjing, tvær vikur undan stóru avbjóðingini. Ein av teimum var klingrukastarin Heri Ziska, sum fer til oyggjaleikur fyri 12. ferð. Longsta kastið hjá Hera gjørdist 40,54 m og rakk tað til eitt 6. pláss.  Hin ferðaleiðarin hjá Hvirluni, Helgi Geyti, fekk eisini høvi at luttaka í kappingini í spjótkasti hjá monnum. Her bleiv tað til eitt persónligt met og bólkamet hjá dreingjum 20 ár við einum kasti, sum var 44,48 metrar. Steingrímur Hallsson (dr. 16-17 ár) royndi seg eisini við spjótinum. Steingrímur kastaði tó ikki upp til sítt besta, og endaði á 38,54 metrum.


Heri Ziska hitar upp til oyggjaleikir við einum kasti upp á 40,54 m.

Marita K. Petersen og Katarina Høj kastaðu eisini spjót. Marita byrjaði árið við 600 gr. spjótinum, men hetta er broytt til 500 gr. hjá gentum 15 ár. Men í Svøríki kasta gentur 15 ár við 400 gr. spjóti. Hóast spjótið var lættari, er ikki bara sum at siga tað, at fáa teknikkin at sita sum hann skal. Harafturat regnaði illa ta løtuna kappingin vardi og eisini var rættiliga kalt at bíða millum kastini. Hvørki Marita ella Katarina kastaðu upp til sítt besta, og undir givnu umstøðunum var tað heldur ikki væntandi. Í kappingini hjá gentum 15 ár endaði Marita nr. 12 av 27 gentum við 33,96 m meðan Katarina í kappingini hjá gentum 14 bleiv nr. 12 av 36 við 29,31 m


Katarina Høj móti regninum.


Keðiligar umstøður at kasta spjót. Oysandi regn, og harafturat var vektin ein onnur á spjótinum hjá Maritu.

 

Hóast okkara kastarar hava verið til nógvar kappingar í ár, kunnu vit kortini vænta okkum enn meira av teimum seinni í ár. Jatnatøk, FM-U, FM Vaksin og møguliga DM-U eru gylt høvi at gera tað enn betur enn teir hava gjørt higartil í ár.

0 comment
0

Related Articles