Home Altjóða luttøka VU-Spelen: So bragdaði hjá Rúna Seloy

VU-Spelen: So bragdaði hjá Rúna Seloy

by Hallur Holm

At Rúni Seloy er framúr góður miðteinarennari er neyvan nakar sum ivast í. Tó hevur ikki reiðiliga eydnast Rúna at liva upp til tey fantastisku úrslitini hann fekk tey fyrstu árini hann byrjaði at renna, og serliga í 2009, tá hann sum 15 ára gamal rann 800 m uppá 1.56,71 og gjørdist skjótasti norðurlendingur í sínum aldursbólki. Tann tíðin er enn persónligt met hjá Rúna, men eftir VU-Spelen næstseinasta vikuskifti, er nógv sum bendir á, at líknandi úrslit aftur er í væntu. Ikki tí. 800 metra tíðin uppá 1.59 var sum so ikki nakað at reypa av, men renningin gav ábendingar um, at Rúni kann renna eina nógv betri tíð nú til oyggjaleikirnar.


Sera uppsettur spennir Rúni Seloy avstað á 400 m 

Størstu ábendingarnar komu tó í 400 metra renningini leygardagin frammanundan. Ein sera spentur og fokuseraður Rúni vann greitt sín riðil og skar eitt gott sekund av sínum gamla meti, sum eftir hondini longu er tvey ára gamalt. Tíðin hjá Rúna gjørdist 51,45 í mun til tey 53-54 sekundini hann hevur brúkt nógvar av teimum seinastu kappingunum.


51.46 varð rættað til 51.45 og sjálvandi var Rúni sera fegin um úrslitið.

Løtuna meðan Rúni rann regnaði illa. Eina løtu frammanundan var satt glopraregn, og øll sum vóru á breytini fóru at kroka. Steingrímur Hallsson og Regin Joensen runnu eisini 400 m í oysandi regninum. Steingrímur fekk eitt stórt persónligt met, tá hann át næstan tvey sekund av tí gamla, og kom á mál við 56,01 sek. Regin rann heldur varisliga fyrra helming av sínum 400 m, og hevði eitt sindur ov nógv eftir tá hann kom á mál. Eitt neyvari útlegg hevði kanska bjargað honum eitt persónligt met, tí við tíðini 53,29 var hann sera nær við. Teitur Bjarnastein skuldi eisini renna 400 m hendan dagin, men hevði høvuðpínu og ilt í búkinum.


Steingrímur Hallsson (her 400 m) betraði seg við tveimum sekundum á bæði 400 m og 800 m.

Fríggjadagin runnu Teitur  og Steingrímur 800 m. Teitur var ikki heilt nøgdur við sína tíð, sum var 2.04,86 min, sum var eitt sekund seinni enn í fjør. Steingrímur fegnaðist tó um sítt nýggja PM, sum nú er 2.06,43 min. Hóast hesar eftir føroyskum viðurskiftum góðu tíðirnar, endaðu teir báðir í aftaru hálvu av teimum 54 rennarunum. Men næsta ár, verða teir millum teir eldru í bólkinum. Regin hevur í summar satsað meira uppá spurtin, og sunnudagin var hansara 200 m á skránni. Aftur her gjørdist talan um góðkent avrik, sum var beint upp móti PM. Tíðin gjørdist 24,10 sekund.


Regin Joensen vinnur her sín riðil á 400 m.


Tað sá heilt gott út hjá Teiti Bjarnastein fram til 600 m, men so fór luftin úr ballónini.

0 comment
0

Related Articles