Articles by: Guttorm Sørensen

Betri VK2: stór útskifting á pallinum

Betri VK2: stór útskifting á pallinum

19.11.17 kl. 15:00 0 viðmerkingar

Allir tríggir menninir og tvær kvinnur í opna bólkinum vórðu ústskift frá VK1, tá heiðurskrónurnar skuldu latast til bestu rennararnar í Kerjarenningini. Einans Beinta Hoydal Joensen gekk aftur, hesuferð sum gullvinnari, eftir at hon vann silvur seinast. Hvørgin av vinnarunum Runt Agnið vóru við í kappingini undir Kerjum. Andrias Hansen, […]

Les meira ›
Oddvør og Maria til NM í lendisrenning

Oddvør og Maria til NM í lendisrenning

10.11.17 kl. 21:32 0 viðmerkingar

Í morginári kl. 9.30 okkara tíð brestir startskotið fyri NM í lendisrenning. Og fyrsti bólkur, ið heldur avstað er gentur U20, har vit føroyingar hava tvey umboð. Tað eru tær báðar klaksvíksgenturnar Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum sleppa at royna kreftir móti teimum bestu ungu kvinnunum í Norðurlondum. Sjey […]

Les meira ›
Eitt gott FM Ung (úrslit)

Eitt gott FM Ung (úrslit)

10.09.17 kl. 23:43 0 viðmerkingar

FM ung 2017 bleiv hildið á Tórsbreyt um vikuskiftið. Enn einaferð fingu vit nógv góð og flott avrik frá okkara sera røsku ungu íðkarum hesar báðar kappingardagarnar, har veðrið hóast alt var á sera góðari leið. Leygardagin var síðuvindur og hampuliga lýtt, og blivu allarflestu lop og renningar góðkend vegna […]

Les meira ›
Startlistar til FMU 2017 og tíðarætlan

Startlistar til FMU 2017 og tíðarætlan

07.09.17 kl. 00:24 1 viðmerking

Startlistarnir eru nú gjørdir til FM ung, sum verður í vikuskiftinum. 73 ungir íðkarar verða við í 342 startum. Kappingarnar byrja stundisliga leygarmorgunin kl. 11.00. Tørvur er á fleiri enn 200 dómara- og hjálparfólkatímum, og tí vóna vit at fleiri foreldur hava møguleika at hjálpa til. Tilmelding fyri hjálparfólk liggur […]

Les meira ›
FM ung verður komandi vikuskifti

FM ung verður komandi vikuskifti

02.09.17 kl. 21:48 0 viðmerkingar

Komandi vikuskifti leygardagin 9. sept. og sunnudagin 10. sept. verður FM ung hildið á Tórsbreyt. Fyrra dagin byrja kappingarnar kl. 11.00 og seinna dagin verður byrjað við siðabundnu skrúðgonguni kl. 12.30 og kl. 13.00 byrja so sjálvar kappingarnar. Tilmeldingin liggur klár her á síðuni og er kostnaður kr. 30 fyri […]

Les meira ›
Nógv góð avrik í FM (úrslit)

Nógv góð avrik í FM (úrslit)

21.08.17 kl. 01:09 0 viðmerkingar

Talan bleiv um fleiri rættiliga góð persónlig avrik í FM, sum bleiv hildið á Tórsbreyt um vikuskiftið. Tvey føroysk met blivu sett hjá kvinnum, tá Rebekka Fuglø betraði sítt egna met frá 59,17 sek. til 59,15 sek. og tá Teresa F. Bláhamar betraði sítt egna føroyska met í hæddarlopi frá […]

Les meira ›
Tíðarætlan til FM á breyt

Tíðarætlan til FM á breyt

18.08.17 kl. 16:41 0 viðmerkingar

Her eru tíðarætlaninar til FM á breyt, sum verður hildið á Tórsbreyt í morgin og sunnudagin. Báðar dagar verður byrjað kl. 13.00. Leygardagin enda kappingarnar kl. 16.10 og sunnudagin kl. 16.40. Startlistarnir síggjast í .pdf-formati á leinkjuni niðanfyri. FM 2017 startlistar í .pdf   FM 2017 leygardagur 19. august Klokkan Spurtur […]

Les meira ›
Fugloyar Renning og Fossánes Renning í vikuskiftinum

Fugloyar Renning og Fossánes Renning í vikuskiftinum

21.07.17 kl. 15:49 0 viðmerkingar

Treysti skipar fyri tveimum renningun í vikuskiftinum. Í morgin verður Fugloyar Renningin og sunnudagin verður Fossánes Renningin. Hetta verður fjórðu ferð, at Treysti saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovugarðinum í Hattarvík, skipa fyri renning í Fugloy. Teinurin í Fugloy er íalt góðar 10 km frá Hattarvík til […]

Les meira ›
Úrslit 3. Betri Stórkapping og endaliga støðan

Úrslit 3. Betri Stórkapping og endaliga støðan

18.06.17 kl. 22:29 0 viðmerkingar

Í gjár, frá middegi av, bleiv 3. Betri Stórkapping avgreidd á Tórsbreyt, og vóru tað Roynsið og Treysti, sum saman við FÍF íð stóðu fyri. Aftur hesuferð var nokkso fitt av vindi, sum aftur ávirkaðu úrslitini. Kappingarnar gingu sum heild væl at avreiða og hóast vindin, so vóru kortini nakrar […]

Les meira ›
Startlistar og tíðarætlan 3. Betri Stórkapping

Startlistar og tíðarætlan 3. Betri Stórkapping

16.06.17 kl. 13:10 0 viðmerkingar

Her eru startlistar og tíðarætlan til 3. Betri Stórkapping, sum verður hildin á Tórsbreyt kl. 12.00 í morgin 14. juni. 202 startir eru tilmeldaðir av 76 íðkarum. Dómarar, hjálparfólk og íðkarar verða biðin um at møta í góðari tíð. Seinni um dagin kl. 18.00 verður so Afterparty við heiðursmerkjahanda og […]

Les meira ›