Jólakalendari 2013

12 – Kendir maratonmenn í Keypmannahavn 2005

12 – Kendir maratonmenn í Keypmannahavn 2005

12.12.13 kl. 16:59 0 viðmerkingar

Í sambandi við føðingardagsheilsanina til Ólav Olsen í jólakalendaranum leygardagin fekk eg forvitnisliga mynd sendandi frá honum. Myndin er tikin í sambandi við Copenhagen Marathon í 2005, tá Bragdið saman við rennarum samskipaði ferðina. Flestu teirra eru ella hava verið fastir fúsir í renniumhvørvinum, og onkrir hava eisini seinni tikið […]

Les meira ›
11 – Føroya skjótasta kvinna

11 – Føroya skjótasta kvinna

11.12.13 kl. 13:51 0 viðmerkingar

Hin dagin fall skrivingin á øll tey gomlu metini, sum enn standa eftir Marna Joensen. Øðrvísi er við øllum okkara metum hjá kvinnum. Flestu teirra eru tikin fleiri ferðir hesi seinastu árini, men tó er eitt undantak, sum sker í eyguni. Tað er føroyska metið á 100 m, sum er […]

Les meira ›
10 – Kærleiki á oyggjaleikum

10 – Kærleiki á oyggjaleikum

10.12.13 kl. 20:15 2 viðmerkingar

Sum kunnugt vórðu oyggjaleikirnir í 1989 hildnir í Føroyum. Sjálvandi var nærum ógjørligt at hýsa teimum nógvu ítróttarfólkunum, venjarunum og leiðarunum á hotellum og gistingarhúsum kring landið, so man mátti finna uppá okkurt annað. Frælsi ítrótturin fór fram á spildurnýggju breytini á Svangaskarði, og øll tey nógvu ítróttarfólkini komu eisini […]

Les meira ›
9 – Gloymd søga: Evald vann bronsu til NM

9 – Gloymd søga: Evald vann bronsu til NM

09.12.13 kl. 18:46 0 viðmerkingar

Aftur í dag er ein gloymd søga í jólakalendaranum. Og aftur í dag er talan um luttøku í veterankapping. NM fyri veteranar varð hildið í Moss í Noregi seinast í juni mánaði, og á danska liðinum sást eisini kollfirðingurin Evald við Garð, sum sostatt gerst tann næsti kollfirðiringurin í jólakalendaranum. So tann […]

Les meira ›
8 – Gloymd søga: Borgarhjørt vann DM á 5.000 m

8 – Gloymd søga: Borgarhjørt vann DM á 5.000 m

08.12.13 kl. 20:24 0 viðmerkingar

Í dag er aftur ein søga, sum fór aftur við borðinum tá tað hendi, og varð ikki tikið upp á tungu her á heimasíðuni. Og aftur í dag er talan um føroying, sum býr í Danmark. 25. august varð DM kapping fyri veteranar hildin í Hvidovre, og her skuldi Borgarhjørt […]

Les meira ›
7 – hvør var Albert Marni?

7 – hvør var Albert Marni?

07.12.13 kl. 17:56 0 viðmerkingar

Hyggja vit í listan yvir føroysk met í renning hjá monnum, so síggja vit, at tað er eitt navn, sum gongur aftur og aftur. 800 m, 1.000m, 1.500 m, 2.000 m, 3.000 m, 5.000 m, 400 m hekk, 3.000 m forðarenning og 10 km á landavegi. Allarflestu met hansara eru […]

Les meira ›
6 – Ólavur Herup Olsen 70

6 – Ólavur Herup Olsen 70

06.12.13 kl. 18:06 0 viðmerkingar

Nú hevur jólakalendarin higartil einans snúð seg um yngra ættarliðið, men tað er als ikki meiningin, at bara tey ungu skulu sleppa upp í part. 29. oktober í ár fór ein úr eldra partinum av renniumhvørvinum um ein marknastein. Ólavur Herup Olsen gjørdist hendan dagin 70 ára gamal, og ætlanin […]

Les meira ›
5 – Tá Trygvi knógvaði oyl-kravið

5 – Tá Trygvi knógvaði oyl-kravið

05.12.13 kl. 16:35 1 viðmerking

Ikki allar jólasøgurnar eru líka gamlar, men hendan er so góð, at hon eigur at verða tikin við, um enn hon er rættiliga fesk enn. Tað var til Stórmót IR í Reykjavík í januar í ár, og Trygvi Laksafoss var væl fyri. Trygvi er sterkur leypari, og bæði í longdar-, hæddarlopi […]

Les meira ›
4 – gloymd søga. Rannvá Djurholm vann maratonrenning

4 – gloymd søga. Rannvá Djurholm vann maratonrenning

04.12.13 kl. 12:46 0 viðmerkingar

Í gjár nevndu vit, at Jóan Karl var við, tá talentbólkurin bleiv stovnaður. Ein annar ungur rennari, sum var við tá, er Rannvá Djurholm. Rannvá var fastur fúsur til kappingar kring landið í nøkur ár, men nú eru nøkur ár síðani hon var at síggja í kappingum her heima. Renningini […]

Les meira ›
3 – Hvar bleiv hann av – Jóan Karl?

3 – Hvar bleiv hann av – Jóan Karl?

03.12.13 kl. 14:04 1 viðmerking

Fyrst í hesi øldini gjørdust vit varug við ungan rennara, sum stóð seg avbera væl í stevnurenningunum kring landið. Talan var um unga kollfirðingin, Jóan Karl Joensen, sum vann eitt ótal av kappingum í yngru aldursbólkunum, og sum longu í 2004 sum 17 ára gamal vann sítt fyrsta FM-heiti á 800 m, tá […]

Les meira ›