BETRI Vetrarkappingin

Julian og Rebekka føroyameistarar í 10 km

Julian og Rebekka føroyameistarar í 10 km

11.07.20 kl. 18:07 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Tað vóru framúr gððar renniumstøður, tá Roysmið í morgun skipaði fyri FM í 10 km. 50 luttakarar vóru til byrjan og bleiv talan um sera góðar tíðir hjá teimum allarflestu og fleiri persónlig met á 10 km teininum. Rutan í Runavík er uppmátað og DAF-góðkend. Kappingin er júst sett í […]

Les meira ›
FM í 10 km og handan av Betri Vetrarkappingini verður leygardagin

FM í 10 km og handan av Betri Vetrarkappingini verður leygardagin

06.07.20 kl. 15:18 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin skipar Roysnið saman við FÍF fyri FM í 10 km renning. Kappingin plagar at verða hildin seinast í mars mánaða saman við Várkappingini og vera seinasta umfar í Betri Vetrarkappingini. Men orsakað av Korona, so blivu bæði Várkappingin og Vetrarkappingin avlýstar. Áður bleiv FM í 10 km annars hildið […]

Les meira ›
BETRI VK6 á Viðareiði leygardagin

BETRI VK6 á Viðareiði leygardagin

25.02.20 kl. 15:46 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Leygardagin 29. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini. Hetta umfari plagar at verða fyriskipað frá Fossánesi, men vegna tað at Skúlin á Fossánesi er upptikin hendan dagin, so verður kappingin hildin á Viðareiði í staðin. Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur […]

Les meira ›
FM lendisrenning: Signar kom, sá og sigraði

FM lendisrenning: Signar kom, sá og sigraði

09.02.20 kl. 08:46 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Í gjár bleiv FM í lendisrenning, og samstundis fimta umfar í BETRI Vetrarkappingini, runnið í góðum líkindum í Hoydølum, har Bragdið skipaði fyri. Umleið 60 rennarar vóru við. Rennast skuldu seks umfør á umleið 1,3 km. Børnini runnu tvey umfør. Hjá monnum var ein rennari, sum skaraði framúr. Talan er […]

Les meira ›
Náttúrurenning við Kerjar 16. november

Náttúrurenning við Kerjar 16. november

12.11.19 kl. 23:13 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 16. november kl. 13:00. Tiltakið er fyri øll, familjur við og uttan børn, eldri og yngri, rennarar og gongufólk. Vel millum 3 rutur 1,5 km – 5,5 km – 10,5 km. Vit byrja á økinum við […]

Les meira ›
Úrslit frá VK1 Runt Agnið

Úrslit frá VK1 Runt Agnið

02.11.19 kl. 20:20 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Fyrsta umfar av BETRI Vetrarkappingini 2019-20 var á Toftum í dag. Eini 70 rennarar runnu siðbundna teinin runt agnið. Tey vaksu runnu 10,3 km og børnini 5 km. Líkindini at renna vóru góð. Tó var eitt frískt lot av eystri, sum gav mótvind tvørtur um hægsta partin av teininum. Opna […]

Les meira ›
Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og samlaðu BETRI Vetrarkappingina

Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og samlaðu BETRI Vetrarkappingina

29.03.19 kl. 22:02 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Farna leygarmorgun bleiv 8. og seinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hilidð í Runavík. Kappingin var samstundis FM í 10 km. Út frá veðurforsøgnunum gjøgnum vikuna frammanundan, so kundi væntaast alt møguligt, men tá avtornaði varð veðrið bara heilt hampuligt. Eitt køli høgættarlot, sum gjørdi at rennararnir fingu mótvind tá teir […]

Les meira ›
FM 10 km og finalan í Betri Vetrarkappingini leygardagin kl. 11.00 í Runavík

FM 10 km og finalan í Betri Vetrarkappingini leygardagin kl. 11.00 í Runavík

19.03.19 kl. 15:20 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Í sambandi við árligu Várkappingina skipa Roysnið og FÍF leygardagin tann 23. marts kl. 11.00 fyri FM í 10 km renning í Runavík. Hetta verður samstundis  eisini 8. og seinasta umfar av TF Vetrarkappingini 2018/2019. Sjálvt um talan er um FM í 10 km, so er hetta er eisini opin […]

Les meira ›
Úrslit BETRI VK-7: Einar og Hergerð vunnu í Trongisvági

Úrslit BETRI VK-7: Einar og Hergerð vunnu í Trongisvági

11.03.19 kl. 17:27 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Í góðveðrinumleygadagin bleiv sjeynda og næstseinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hildið í Trongisvági, har Hvistan var vertur. Gott og væl 40 rennarar luttóku hesuferð. Vinnari hjá monnum bleiv aftur Einar Gregersen. Tíðin bleiv 33.11 min. frammanfyri Sam Vang við 33.45 min. og Ragnar Rasmussen við 34.22 min. Samlaða kappingin í […]

Les meira ›
Støðurnar í BETRI Vetrarkappingini eftir 6 umfør

Støðurnar í BETRI Vetrarkappingini eftir 6 umfør

07.03.19 kl. 12:00 Viðmerkingar eru ikki loyvdar

Her eru støðurnar í teimum ymsu bólkunum í BETRI Vetrarkappingini eftir seks umfør. Næsta umfar verður leygardagin í Trongisvági. Bestu fimm umførini telja við og so bonusstigini, sum eru eitt fyri seks umfør, tvey afturat fyri sjey umfør og trý afturat fyri øll átta umførini.

Les meira ›