TF Vetrarkappingin

TF VK-7 verður í Trongisvági leygardagin kl. 10.15

TF VK-7 verður í Trongisvági leygardagin kl. 10.15

07.03.17 kl. 12:44 0 viðmerkingar

Leygardagin verður sjeynda og næstaseinasta umfar í TF Vetrarkappingini runnið í Suðuroy. Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum bjóðar í ár vælkomin til VK-7, ið verður avgreitt við ítróttarøkið við Stórá í Trongisvági. Smyril er á Tvøroyri umleið kl 09.00 og renningin byrjar umleið 10.15. Teinurin er umleið 9 […]

Les meira ›
Andrias og Rebekka vunnu á Fossánesi

Andrias og Rebekka vunnu á Fossánesi

04.03.17 kl. 16:05 0 viðmerkingar

Andrias Hansen úr Bragdið og Rebekka Fuglø úr Treysti sigraðu í opnu bólkunum, tá Treysti í dag skipaði fyri 6. umfari av TF Vetrarkappingini á Fossánesi. Teinurin var umleið 8,8km og varð runnið bæði á Borðoynni og Viðoynni. Tað var frammaundan lagt upp til eina spennandi kapping hjá monnunum ímillum […]

Les meira ›
TF VK-6 verður á Fossánesi leygardagin

TF VK-6 verður á Fossánesi leygardagin

02.03.17 kl. 20:18 0 viðmerkingar

Leygardagin 4. mars kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í TF Vetrarkappingini, sum aftur í ár verður fyriskipað á Fossánesi. Hetta verður tíggjunda ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn […]

Les meira ›
Reglurnar fyri TF Vetrarkappingina stillaðar

Reglurnar fyri TF Vetrarkappingina stillaðar

01.02.17 kl. 23:47 0 viðmerkingar

TF Vetrarkappingin verður nú runnin eftir verandi reglusetti á fjórða ári, og vit hava eftir hondini vant okkum við og kenna reglurnar: Átta umfør, fimm tey bestu telja, fimm skulu gjøgnumførast, og so eitt, tvey ella trý eykastig fyri sættu, sjeyndu og áttandu kapping. Men nú ísurin legðist og gjørdi […]

Les meira ›
FM í lendisrenning og 5. umfar av TF Vetrarkappingini

FM í lendisrenning og 5. umfar av TF Vetrarkappingini

31.01.17 kl. 23:54 0 viðmerkingar

Leygardagin 4. februar kl. 11.00 skipa Bragdið og FÍF fyri rennikapping í Hoydølum, sum bæði er FM í lendisrenning og samstundis 5. umfar av TF Vetrarkappingini. Fyrstu ferð runnið varð í Hoydølum, var í 2011, og er hetta sostatt sjeyndu ferð, at FM í lendisrenning skal avgerast framman fyri Studentaskúlan. […]

Les meira ›
Stigtalvurnar eftir 4. umfar av VK 2016/17

Stigtalvurnar eftir 4. umfar av VK 2016/17

22.01.17 kl. 23:50 0 viðmerkingar

4 umfør eru farin afturum, og so eru 4 umfør eftir; TF vetrarkappingin er komin júst í helvt, og tá plaga vit at kunna síggja hvør, ella hvørji, sannlíkt fara avstað við nøkrum av medaljunum fyri samantaldu kappingina. Spenningurin økist nú alsamt fyri hvørt umfar, og í ár er onki […]

Les meira ›
TF VK-4 verður í Sørvági leygardagin kl. 11.00

TF VK-4 verður í Sørvági leygardagin kl. 11.00

16.01.17 kl. 00:00 0 viðmerkingar

Leygardagin klokkan 11.00 ljóðar startskotið fyri fjórða umfari í TF Vetrarkappingini. Tað verður Frælsi, sum verður vertur, og tey hava kappingina í Sørvági á somu rutu sum í 2015. Tað ferðina bleiv kappingin útsett í 2 tímar vegna hálku. Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður næstan til […]

Les meira ›
Úrslitini frá TF VK 3 á Argjum

Úrslitini frá TF VK 3 á Argjum

04.12.16 kl. 00:25 0 viðmerkingar

76 rennarar komu á mál við Skúlan á Argjahamri í dag, tá triðja umfar av TF Vetrarkappingini varð runnið. Ikki eins nógv sum Runt Agnið, men sera gleðiligt at síggja dreinga- og serliga gentubólkin so væl mannaðan. 10 gentur vóru tilmeldaðar í dagsins kapping, og tað er hægsta tal leingi. Tað […]

Les meira ›
So royna vit aftur – TF VK 3 á Argjum

So royna vit aftur – TF VK 3 á Argjum

29.11.16 kl. 21:52 0 viðmerkingar

Sum kunnugt bleiv annað umfar av TF Vetrarkappingini so illa darvað av hálku, at einki annað var at gera enn at avlýsa umfarið. Men nú herja vit so á aftur leygardagin, tá Bragdið verður vertur fyri triðja – sum nú er annað – umfari av TF Vetrarkappingini út á Skúlanum […]

Les meira ›
Ísur tarnaði TF Vetrarkappingini undir Kerjum

Ísur tarnaði TF Vetrarkappingini undir Kerjum

21.11.16 kl. 19:57 0 viðmerkingar

Alt var klárt. Rennarar í hópatali og stórt hjálparfólkalið. Bollarnir smurdir og kaka’ið kókað. Vindurin hevði lagt seg, og sólin skein um kapp við glaðu andlitini undir Kerjum. Ítróttarsendingin 3-2 var klár – ja, sjálvt dopingeftirlitið møtti upp, tá annað umfar av TF Vetrarrenningini skuldi rennast á og kring rossabreytina […]

Les meira ›