Home FÍF 1.000m og 3.000m á Svangaskarði mikukvøldið

1.000m og 3.000m á Svangaskarði mikukvøldið

by Guttorm Sørensen
Mikukvøldið 7. august kl. 19.00 skipar Treysti fyri opnari rennikapping á Svangaskarði. Møguleiki verður at kappast á teinunum 1.000m og 3.000m. Tilmelding fer fram á staðnum 15 min. áðrenn kappingin byrjar.

Kappingin er fyri bæði menn og kvinnur, og gentur og dreingir. Kvinnur og gentur renna samstundis, meðan menn og dreingir renna samstundis.

kl. 18.45 tilmelding
kl. 19.00 3.000m kvinnur og gentur
kl. 19.30 3.000m menn og dreingir
kl. 19.45 1.000m kvinnur og gentur
kl. 19.50 1.000m menn og dreingir

 

0 comment
0

Related Articles