Home FÍF 1. umfar í Grand Prix verður á Norðoyastevnu

1. umfar í Grand Prix verður á Norðoyastevnu

by Hallur Holm

Fyri 12. ferð skipar Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu, sum verður leygardagin 7. juni. Luttøkan hevur verið sera góð øll árini síðan renningin byrjaði í 1997, og tað vóna fyriskiparnir, at hon verður aftur í ár.

1.umfar í Grand Prix
Renningin er samstundis fyrsta av seks umførum í Grand Prix kappingini, sum verður í summar, fyri vaksin. FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt, sum eru Treysti, Bragdið, Roysnið, Frælsi, Hvirlan og Hvistan. Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava verið við í minst fýra av teimum seks kappingum, sum Grand Prix kappingin í summar umfatar.

Skrá og reglur fyri Grand Prix kappingina eru at finna her á heimasíðuni. Tað verða feløgini fyri frælsan ítrótt, sum koma at skipa fyri Grand Prix kappingunum. Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF.

Nýggjur aldursbólkar í Grand Prix
Í mun til undanfarna ár, so hevur kappingarnevndin gjørt broytingar í aldursbólkunum, sum nú síggja soleiðis út: 
• Kvinnur opin bólkur (f. -1992) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1992) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1962-1953) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1962-1953) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1952 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1952 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Rutur
Ruturnar verða tær somu, sum seinasta ár. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma á mál vi Telebúðina.
Rutan hjá børnum verður sum vanligt runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Hjá børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.
 
Skrá
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 7. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 12.00 Menn/Kvinnur (f. 1992 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.00 Veteranar (f.1953-1962) – 5 km
kl. 12.00 Veteranar (f.1952 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2001 ella seinni) – 665 m
kl. 12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1998-2000) – 665 m
kl. 12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1995-1997) – 1.330 m
kl. 13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1991-1994) – 1.330 m

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum. Heiðursmerkjahandan verður eftir at allar kappingarnar eru lidnar.

Tilmelding online
Tilmeld fer fram her á heimasíðuni áðrenn fríggjakvøldið 6. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til at tilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja; tá verða lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar.

Øll vælkomin at renna við
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið seinastu árini.

 

0 comment
0

Related Articles