1. venjing í fagrasta várveðri

Skrivað hevur

Í morgun høvdu okkara svensku gestir fyrstu av tilsamans fýra venjingum, meðan teir eru her um páskirnar. Í dag var vant í spurtvenjing. Koordinatión, toppferð, spurtúthaldni, beinstyrki og vøddamýking vóru nøkur av evnunum í dagsins venjing.

20 íðkarar ov venjarar vóru til venjingina. Hóast eitt kalt lot av norði, bilti ikki. Sólin sá fyri tað mesta, og hon hitaði væl teir báðar tímarnar, sum venjingin vardi.

Í morgin 1. páskadag halda venjingarnar fram. Tá verður venjing fyri børn, har dentur verður lagdur á venjing og spæl. Hendan venjingin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt frá kl. 14.00 til 16.00.

Sunneborn felagsmynd 1. dag
Góð uppmøting og góð tendring longu áðrenn venjingin byrjaði

Sunneborn bakbundin 1. dag
Reaktiónsstartir bakbundin – ein torfør uppgáva

Sunneborn Debes
25 ár seinni hittast teir aftur. Seinast Debes og Mattias hittust, var til oyggjaleikirnar í 1993

Sunneborn felagsmynd2 1. dag
Venjing næstan lokin, og framvegis góð tendring og gott lag

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>