Fyrilestur um astma og doping

Skrivað hevur

Næsta mikukvøld, 14. mars 2018 kl. 19.00 verður sera áhugaverdur fyrilestur um astma hildin í fundarhølunum í ÍSF-húsinum. Tað er ÍSF, sum skipar fyri hesum fyrilestrinum. Tey tey hava fingið danska professaran Vibeke Backer til Føroya at greiða frá.

Kompetentari fólki ber illa til at fáa hendur á. Vibeke Backer hevur granskað innan øll sløg av astma. Eisini strembanaríkomnari astmu, sum m.a. langteinarennarar ofta fáa.

 

astma
Mangir rennarar kenna støðuna. Men nær er tað ov nógv? Nær er tað ikki í lagi?

Astma-heilivágur verður m.a. brúktur av skírennarum og langteinarennarum. Ofta er ilt at taka dagar ímillum, nær talan er um heilsulinna og nær talan er um doping. Vibeke Backer, sum er yvirlækni í lungnaheilivági á Bispebjerg, er serkøn innan dopingøkið. Hon hevur verið nevndarlimur hjá Anti-Doping Danmark, hon hevur verið í Wada við júst astmaviðgerð sum sergrein og harumframt hevur hon sitið í CAS-dómstólinum.

Hetta er eitt upplagt høvi hjá bæði venjarum, leiðarum, íðkarum og foreldrum at fáa ríka vitan um eitt sera vanligt fyribrigdi innan okkara ítrótt.

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*