BETRI VK-4 verður í Sørvági leygardagin

Skrivað hevur

Nú leygardagin 26. januar verður fjórða umfar av Betri Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Frælsi verður vertur. Sjálv rennikappingin verður skotin í gongd klokkan 11.00.

Runnið verður frá kirkjuni í Sørvági til Bíggjar, niðan móti tunnilsmunnanum til Gásadals har vent verður. Luttakarar kunnu nýta skiftingarrúmini í 07 Vestur húsinum áðrenn og aftaná.

Skráseting byrjar kl. 10.00 við Sørvágs Kirkju og renningin verður sett ígongd kl. 11.00.

Meldast kann til á staðnum fram til klokkan 10.30, men frægast er at gera tað HER áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Goldið verður tá on-line. 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Billedresultat for vk-4 í sørvági

Tað verður kappast í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2002)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1964-1973)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1954-1963)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1953 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2002)
-Gentur / Dreingir (f. 2003-2007)

Ein viðmerking

  1. Elisabeth says:

    hvussu langt verður runnið?

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*