Home FÍF 17 bólkamet í kalda góðveðrinum – og eitt føroyskt met!

17 bólkamet í kalda góðveðrinum – og eitt føroyskt met!

by Hallur Holm

Tað verður altíð hugt nógv eftir veðurforsagnunum, áðrenn allar kappingarnar. Men at veðrið skikkar sær eitt sindur illa tá rennikappingarnar eru, hevur nú ikki so øgiliga nógv at týða. Tá er verri við kappingunum á Tórsbreyt, har lítil lívd er, har bíðitíð er millum kappingarnar, har pappírið helst ikki skal verða vátt ella flúgva burtur o.s.fr. At eitt sindur av vetrarkuldanum enn var í luftini seinasta fríggjakvøld, tá fyrsta umfar av Grand Prix varð hildið á Tórsbreyt, gjørdi ikki petti. Tí sólin hitaði so frægt hon var ment meginpartin av kvøldinum, og vindurin var so lítil, at bara í trimum spurtkappingum vóru meiri enn 2,0 m/s.

Tað vóru nógvar kappingar hetta kvøldið. Allir 14 bólkarnir høvdu kappingar í spurti, miðteini, kasti og lopi. Harafturat sluppu tey 5-7 ára gomlu at royna seg á 60 metrum, sum tó var uttanfyri Grand Prix. Kappingargreinarnar vóru 60 m, 100 m, 600 m, 1.000 m, longdarlop, trístøkk, hæddarlop, bóltkast og klingrukast. Fyri fyrstu ferð í Grand Prix høpi var hæddarlop fyriskipað fyri bólkinum 10-11 ár, og her fingu vit eisini onkur nýggj bólkamet.

Tað var Bragdið, sum saman við FÍF skipaði fyri kappingini, og hetta kláraði Bragdið framúr væl. Tá kappingarnar eru so umfatandi, er tað neyðugt, at feløgini hjálpa hvørjum øðrum at skipa fyri, og tað hjálpti væl, at Hvirlan hjálpti til í kastigreinunum. Tað vóru 100 íðkarar hetta kvøldið, og tað er tað mesta, sum hevur verið við til eitt Grand Prix umfar. Tilsamans vóru yvir 250 startir tilmeldaðir.´

Øll úrslitini eru á aðrari grein á heimasíðuni, og niðanfyri eru nakrar myndir, sum Jógvan og Gunnvá hava tikið fyri Bragdið/FÍF. Myndasavnið liggur á heimasíðuni hjá Bragdinum.


Anita, Rebekka, Edna Maria, Sára, Tinna og Marita runnu ein skjótan og spennandi 100 m. Tíverri var vindurin ov nógvur, so fleiri bólkamet fóru fyri skeytið.


Eiri Glerfoss og Jónas Isaksen høvdu ein tættan dyst í 60 m dr. 5-7 ár. Pápar teirra, Jógvan Glerfoss og Gunnleiv í Gerðinum, høvdu eisini onkrar spennandi uppgerðir á 400 m fyri umleið 20 árum síðani. (mynd: Bragdið, Jógvan)


Føroyameistari í øllum greinum í fimleiki. Øssur er eisini Føroya besti hæddarleypari, trístøkkari og hekkurennari. Hann leyp 13,82 m fríggjakvøldið, og tað er bólkamet hjá dr. 22 ár.


Eingin kapping uttan dómarar og hjálparar. Foreldrini verða noydd at taka eina hond við. Her eru tað Kára sum mátar, og Gunnvá sum smigrar fyri myndamanninum.


Sólja Jóannesardóttir er ein av fáum kvinnuligum kastarum í Føroyum.


13 ára gamla Katarina Høj leyp 1,43 m í hæddarlopi. Hetta var ikki bara bólkamet, mein eisini FØROYSKT MET!!


Í yngsta bólkinum, kappaðust gentur og dreingir samstundis. Her gera tey seg til reiðar at kasta bólt.


Rúni Jacobsen tangeraði bólkametið hjá Róa Holgarsson, 11,76, og kláraði A-kravið hjá talentbólkinum!


Hesir báðir páparnir hava mátað nógvar kilometrar tilsamans. Símun og Svend Åge eru altíð klárir at hjálpa.


Helgi Geyti kastaði klingruna út á 36,01, sum var ein sentimetur yvir A-kravið til talentbólkin og samstundis bólkamet dr. 19 ár. Fer hann skjótt at hótta mr. diskos ziskos?


Við Elisabet í hølunum, setti Oddvør Josephsen nýtt bólkamet á 600 m hjá gentum 11 ár.


Sólin skein á andlit og andlit skinu í sólini.


1.000 m. Dreingir millum menn og menn kátir sum dreingir.


Jú, tær vita hvørjum tær skulu halda eyga við. Teitur hevur gjørt stór framstig í vetur og vár.

 

0 comment
0

Related Articles