2. hvítusunnudag, mánadagin 5. juni, verður 2. umfar av Betri Stórkappingini. Kappast verður á Tórsbreyt og kappast verður í hesum kappingargreinum:
- Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m, 400 m, kúluvarp og longdarlop
- Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 m, 800 m, kúluvarp og longdarlop
- Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 m, 800 m, kúluvarp og longdarlop
- Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- Kvinnur og menn: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- Børn 7 ár (fødd 2010-2012): Longdarlop
Tilmeldingarnar skulu avgreiðast í seinasta lagi mikukvøldið 31. mei klokkan 22.00. Minnist til at melda til í øllum teimum kappingargreinum, tit ynkja at luttaka í.
Børka Berg Jørgensen hevur tikið seg nógv fram, og stendur seg væl í flest øllum kappingargreinum — til Stórkapping 2 fara eldru aldursbólkarnir at leypa hæddarlop. (mynd: Hvirlan)