Nú verður møguleiki hjá børnum og ungum at royna seg í kapping á breyt aftur. Mikukvøldið skipar FÍF fyri 2. umfari í Grand Prix fyri børn og ung. Kappast verður í somu greinum sum seinast, tvs. spurtteini, miðteini, kúlustoyti og longdarlopi.
Kappingin byrjar kl. 19.00 mikudagin 18. juni á Svangaskarði. Longur niðri á síðuni sást tíðarætlan og hvørjum greinum kappast verður í.
Undir “Reglur” sum finnast aðrastaðni á heimasíðuni, síggjast reglurnar fyri kappingina og á hvørjum greinum kappast verður í í teimum einstøku umførunum.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu og longd fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst 10 min áðrenn greinin byrjar.
– Fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung, skal ein verða limur í felag undir FÍF.
– Kappingin verður umsitin av FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya)
– Øll børn og ung í aldrinum 10-17 ár (1991-1998) eru vælkomin at luttaka.
– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er partvís grundarlag fyri úttøku til talentbólk hjá FÍF.
Bólkar:
10-11 er børn fødd í 1997-1998
12-13 er børn fødd í 1995-1996
14-15 er ung fødd í 1993-1994
16-17 er ung fødd í 1991-1992
Skrá:
TÍÐ |
SPURTTEINAR |
MIÐTEINAR |
LONGD |
KÚLUSTOYT |
19.00 |
Gentur 10-11 (100m) |
|
Gentur 16-17 |
Dreingir 16-17 |
19.05 |
Dreingir 10-11 (100m) |
|
|
|
19.10 |
Gentur 12-13 (100m) |
|
Dreingir 16-17 |
Gentur 16-17 |
19.15 |
Dreingir 12-13 (100m) |
|
|
|
19.20 |
Gentur 14-15 (200m) |
|
Gentur 12-13 |
Dreingir 12-13 |
19.25 |
Dreingir 14-15 (200m) |
|
|
|
19.30 |
Gentur 16-17 (200m) |
|
Dreingir 12-13 |
Gentur 12-13 |
19.35 |
Dreingir 16-17 (200m) |
|
|
|
19.40 |
|
Gentur 10-11 (800m) |
Gentur 14-15 |
Dreingir 14-15 |
19.45 |
|
Dreingir 10-11 (800m) |
|
|
19.50 |
|
|
Dreingir 14-15 |
Gentur 14-15 |
19.55 |
|
Gentur 12-13 (1.000m) |
|
|
20.00 |
|
Dreingir 12-13 (1.000m) |
Gentur 10-11 |
Dreingir 10-11 |
20.10 |
|
|
|
|
20.20 |
|
Gentur 14-15 & 16-17 (1.500m) |
Dreingir 10-11 |
Gentur 10-11 |
20.30 |
|
Dreingir 14-15 & 16-17 (1.500m) |
|
|