Home BETRI Vetrarkappingin 2. umfar í TF-Vetrarkappinigni verður við Kerjar

2. umfar í TF-Vetrarkappinigni verður við Kerjar

by Guttorm Sørensen

2. umfar í TF-Vetrarkappingini verður hildið í smb. við Náttúrurenningina, sum Hvirlan skipar fyri, við Kerjar leygardagin 22. november kl. 13.00. Tað hava altíð luttikið nógv fólk til tiltakið, og er rutan sera náttúruvøkur.

img_0336
Frá startinum í fjør tá veðrið var av tí allarbesta

Tey vaksnu renna eina rutu, sum er 10,5 km, meðan børnini renna eina rutu, sum er 1,5 km. Startur og mál eru uttanfyri Kerjalon. Langi teinurin er frá Kerjalon, niðan eftir kappríðingarbreytini, oman Rossagøtuna suðureftir, út til fjósini í Havnardali, út til vegin, sum førir til Vatnbrunnin, runt um gamla Ruskplássið í Havnardali, heim aftur til fjósini og síðani víðari runt Rossagøtuna norðureftir. Sneitt verður niðan aftur á Ríðibreytina og síðani verður runnið oman eftir Ríðibreytini og heilt niðan á p-plássið við Oyggjarvegin, og síðani oman brekkuna á mál við Kerjalon. 1.5 km teinurin er eisini niðan eftir Ríðibreytini. Við endan á Ríðbreytini verður runnið “eitt lítið eyga” og síðani sama vegin heim aftur. Mynd av rutunum sæst á hesi slóðini:

http://www.hvirlan.fo/wp-content/uploads/2013/10/rutur-yvirlit-20131.jpg

Startnummur til TF-Vetrarkappingina skulu heintast leygardagin í Kerjalon millum kl. 11.30 og kl. 12.30 og tá kann eisini meldast til. Men best er um ein meldar til frammanundan, og uppaftur betur er um ein meldar til bæði á heimasíðuni hjá Hvirluni og í tilmeldingarskipanini hjá FÍF.

Kostnaðurin er fyri vaksin kr. 100 kr. og børn kr. 50. Tey fyrstu 500 sum melda til fáa renniblusu.

Hetta stendur um tiltakið á heimasíðuni hjá Hvirluni, sum er www.hvirlan.fo.

————

Komi øll og røri tykkum í náttúruni!

Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin
22. november kl. 13:00. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og
gongufólk.

Byrjað verður við upphiting á parkeringsøkinum uttan fyri Hotel Føroyar. Síðan er møguleiki
at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km, 5,5 km og 10,5 km. Tilskila við tilmeldan, um tú luttekur í
Vetrarkappingini.

rutur-yvirlit-2014Rutur

Tá komið er á mál, fæst heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:

1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við gisting eina nátt, døgurða á KOKS (drekkivørur ikki íroknað) og morgunmati. Virði á 2.190 kr.
2. Gávukort frá Barbaru. Virði á 1.000 kr.
3. Gávukort frá NO12. Virði á 500 kr.
4. 3 gávukort til renniskógvar á 500 kr. frá Intersport
5. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
6. Tjógv
7. Gás

Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.

Tilmelding: HER! Tilmeldingin er galdandi, tá goldið er.

Tey fyrstu 500 sum melda til fáa renniblusuna. Viðmerk stødd á renniblusu.

Thomas Dam Intersport letur gávukort á minus 20% til renniskógvar og renniklæðir til øll tilmeldað.

Tað ber eisini til at melda til á sjálvum degnum frá kl. 12:00.

0 comment
0

Related Articles