Home FÍF 25. FM í frælsum ítrótti

25. FM í frælsum ítrótti

by Hallur Holm

Leygar- og sunnudagin 2. og 3. august verður FM í frælsum ítrótti hildin á 25. sinni. Breytin á Toftum stóð klár til oyggjaleikirnar í 1989, og seinni tað summarið var eitt so nevnt royndar-FM hildið. Hetta var so mikið væl eydnað, at toftafólk saman við Bragdinum árið eftir skipaðu fyri fyrsta almenna meistaraskapinum í frælsum ítrótti. Hesi fyrstu árini var luttøkan rættiliga stór, og kappast varð í nærum øllum kappingargreinunum. Kappast bleiv tá tveir leygardagar á rað. Hetta var nýtt og spennandi, og bæði fótbóltsleikarar, flogbóltsleikarar og rógvarar hildu seg fram at.


Bestu spurtarar Føroya nakrantíð. Heini Hátún t.v. hevur føroyskt met á 100 m, 200 m og 400 m. Metið á 100 m tók hann frá Ása Mikkelsen t.h., sum tó eigur føroyska metið í longdarlopi. Umframt at vera kvikur, var Heini eisini sera sterkur. Hann eigur føroyska metið í kúluvarpi. (mynd frá FM 2001)

Seinni minkaði luttakaratalið, og so bleiv avgjørt bert at kappast í útvaldum greinum, soleiðis at alt FM kundi avgreiðast ein leygardag. Hesin leistur varð so brúktur líka til Tórsbreyt kom. Tá varð spakuliga byrjað við at taka sunnudagin uppí. Fyrst við tveimum kastigreinum og síðani fleiri og fleiri greinum. Seinastu trý árini hava vit havt so at siga fult FM. Stangarlop er einasta kappingargreinin, sum ikki er á skrá, og kemst tað av, at útgerð ikki er tøk.


Mynd frá 2010 – men hesir jassarnir ætla sær heilt víst heiðursmerki til FM 2014. F.v. Rói Holgarsson, Trygvi Laksafoss, Øssur D. Eiriksfoss og Rúni Seloy.


Altíð nógvir flottir og spennandi spurtir til FM – her er tað f.v. Carl Rasmussen, Daniel Djurhuus Rein og Hans Jacobsen. (mynd frá FM 2010)

FM í 2014 verður sum sagt leygar- og sunnudagin 2. og 3. august á Tórsbreyt. Báðar dagarnar verður byrjað klokkan 13.00 og hildið fram til kl 16.00 – 17.00 alt eftir hvussu nógvir luttakarar verða. FM í frælsum ítrótti er opin kapping, har øll, sum eru fødd í 1999 og fyrr, kunnu luttaka. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna, og skal verða avgreidd í seinasta lagi týskvøldið 29. juli kl. 24.00. Hvør startur kostar 30 kr.

Hallurgutti spurt

Frá FM 1994 – fyrra leygardegnum. Ikki til at siga, um hetta er frá 1.500 m ella 10.000 m, tí báðar kappingarnar endaðu á júst sama hátt. Sum maðurin segði: formaðurin eigur at vera framman fyri kassameistaran.

 

0 comment
0

Related Articles