Home FÍF 3. Grand Prix – Fjarðastevnurenning á Skála sunnudagin kl. 16

3. Grand Prix – Fjarðastevnurenning á Skála sunnudagin kl. 16

by Guttorm Sørensen

Triðja umfar av Grand Prix kappingini í summar,  verður í sambandi við Fjarðastevnuna á Skála sunnudagin 23. juni kl. 16.00. Hesaferð er tað Roysnið, sum er fyriskipari. Byrjað og enda verður við gamla Eik banka, sum liggur omanfyri Skipasmiðjuna. Runnið verður eftir Skálavegi út til Prestagarðin á Gjarðanesi har vent verður. Síðani verður runnið inneftir aftur, framvið startinum og innum Skála bygd har aftur verður vent og runnið út á málið. Rutan hjá teimum vaksnu er uml. 7,5 km. Børnini renna 750 og 1500 metur.


Í 2009 var veðrið av tí allarbesta

Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni)
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005)
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002)
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999)

Tilmelding fer fram á www.fif.fo í seinasta lagi leygarkvøldið kl. 22.00 ella á staðnum 1 tíma áðrenn kappingarbyrjan. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, og skal rindast tá startnummarið verður avheintað uttanfyri gamla Eik Banka.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Roysnið, at undirtøkan verður góð.

Skjótt gongur tíðin og nakrir rennarar skiftast út. Niðanfyri eru nakrar myndir frá Fjarðastevnuni á Skála í 2009. Hesir rennarar eru framvegis at síggja í rennikappingum.

  

  

 

 

 

  

0 comment
0

Related Articles