Home FÍF 3. og seinasta Grand Prix verður leygardagin 15. sept. kl. 13.00

3. og seinasta Grand Prix verður leygardagin 15. sept. kl. 13.00

by Hallur Holm

Leygardagin 15. september kl. 13.00 verður seinasta og avgerandi umfarið av Grand Prix á Tórsbreyt. Tað verður Treysti, sum verður høvuðsfyriskipari og vertur fyri kappingini. Allir bólkar hava fýra kappingargreinar og aftur hesuferð sleppa tey 5-7 ára gomlu at royna eina kappingargrein, sum verður bóltkast. Kappingaryvirlitið sær soleiðis út:

  • Gentur og dreingir 8-9 ár: 80 m, 400 m, bóltkast og longdarlop
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 m, 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 m, 1.500 m, spjótkast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: 100 m rimarenning, 1.500 m, kúlustoyt og longdarlop
  • Gentur og dreingir 16-17 ár: 100 m rimarenning, 1.500 m, kúlustoyt og longdarlop
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: 100/110 m rimarenning, 1.500 m, kúlustoyt og longdarlop
  • Kvinnur og menn +20: 100/110 m rimarenning, 1.500 m, kúlustoyt og longdarlop
  • Børn f. 2005-207: bóltkast

Hetta er sum sagt finalan í Grand Prix-kappingini. Samlaða støðan eftir tvey tey fyrstu umførini verður løgd út ein av komandi døgunum. Reglurnar fyri kappingina síggjast undir “reglur” á forsíðuni.

Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 12. september. Minnist til at gera eina tilmelding fyri hvørja kappingargrein tit skulu luttaka í. 


Treysti kemur suður til Havnar at skipa fyri, og mon ikki Marthomman verður partur av fyrireikingartoyminum?

 

0 comment
0

Related Articles