Home FÍF 3. umfar av Grand Prix fyri ung – finalan!

3. umfar av Grand Prix fyri ung – finalan!

by Hallur Holm

Mikukvøldið 16. juli verður endabresturin í ársins Grand Prix fyri ung á breyt. Tá verður triðja og avgerandi kappingin hildin á frælsu ítróttarbreytini á Svangaskarði. Byrjað verður klokkan 19.30.

Kappingin varar hálvan-annan tíma. Aftaná verða heiðursmerki til tey trý bestu i hvørji grein sær handað. Harumframt er eitt serligt steyp til ta gentu og tann drong, sum hevur fingið flest stig í einari kapping.

 

Skráin verður klár her á heimasíðuni mánadagin. Eftir er bert at ynskja betri veður enn seinast. Møtið fjølment!

0 comment
0

Related Articles