Home FÍF 300 startir til FMU! – kunning

300 startir til FMU! – kunning

by Guttorm Sørensen

Tað er lagt upp til ein sera spennandi kappingardag í frælsum ítrótti á Tórsbreyt í morgin, tá FM fyri ung verður. Tá tilmeldingarfreistin var úti kl. 23.00 í gjárakvøldið, vóru tað heili 300 startir tilmeldaðir og er talan um tilmeldingar frá øllum feløgunum undir FÍF.

Eftir skránni byrja kappingarnar kl. 10.00 stundisliga og enda kl. 14.05. Tí er umráðandi at allir íðkarar eru klárir til sína fyrstu kapping til ásettu tíðina. T.v.s. at ein møtir á rætta staðnum 10 min. áðrenn og sigur dómaranum frá, at ein er komin.

Tá so nógvar kappingarnar skulu avgreiðast samstundis, er tað sera týdningarmikið, at allir luttakarar vita nær og hvar teir skulu kappast. Tí hevði tað lætt nógv um hjá fyriskiparunum um foreldur og/ella leiðarar høvdu hjálpt við hesum. Tí hevði tað verið sera gott, um tit prentaðu skránna út, og høvdu hana hjá tykkum gjøgnum dagin. Skráin finst í .pdf í leinkjuni her: FMU-2009-Skra.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 fyri hvønn einstakan íðkara, verður avroknað við feløgini. Eitt umboð frá hvørjum felag fær ein brævbjálva við øllum startnumrum og nálum til íðkarar hjá viðkomandi felag.

Í rennigreinunum verður bert runnið einaferð, tvs. ongar finalur verða. Er talan um fleirin riðlar, so er tíðin sum íðkarin fær galdandi fyri samlaða úrslitið.

Í longdarlopi fáa allir íðkarar 3 lop í part.

Í øllum køstunum fáa allir íðkarar 3 køst í part.

Hjálparfólk og dómarar
Dómarar og hjálparfólk skulu møta á loftinum í ÍSF-húsinum, har kaffi og rundstykki verða at fáa frá kl. 8.45. Eisini verður ein stutt briefing kl. 9.00.
Kl. 9.30 eru vit øll á breytini, og gera klárt til kappingarnar, sum skulu byrja stundisliga kl. 10. Eisini verður ein breyðbiti og kaffi at fáa, meðan kappingarnar fara fram.

0 comment
0

Related Articles