Home FÍF 4. Grand Prix – Jóansøkurenning 29. juni

4. Grand Prix – Jóansøkurenning 29. juni

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 29. Juni kl. 11.00 skipar Hvistan rennikapping og motiónsrenning. Hetta verður samstundis 4. umfar av summarstevnu Grand Prix kappingini hjá FÍF. Harumframt verður høvi hjá teimum, ið ikki vilja kappast, at renna motiónsrenning.


Startur vaksin á Jóansøku á Tvøroyri í 2011

Byrja verður við Sólmiðstøðina á Tvøroyri og runnið verður eftir Ovaravegi inn ímóti Trongisvági og aftur.

Børnini renna fyrst og eru teinarnir ávikavist 500m og 1.000m. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km.

Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) 500m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) 500m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) 1.000m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) 1.000m

Nr. 1, 2 og 3 í Grand Prix kappingini fáa heiðursmerki handaði í havanum hjá Finnboga Danielsen.

Frukt og vatn verður at fáa eftir lokna renning.

Tilmelding fer fram á www.fif.fo ella á staðnum 1 tíma áðrenn kappingarbyrjan. Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix. 🙂

Ruturnar síggjast her:
5 km:
http://www.endomondo.com/event/iSH9o_mWit4

1.000m
http://www.endomondo.com/routes/

500m
http://www.endomondo.com/routes/

0 comment
0

Related Articles