Home FÍF 4. umfar í VetrarKappingini 2007/2008

4. umfar í VetrarKappingini 2007/2008

by Hallur Holm

Leygardagin 23. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 4. umfari av VetrarKappingini 2007/2008 í Hvannasundi. 

Allir bólkarnir byrja samstundis. Bólkarnir eru:
-Kvinnur/menn opin bólkur (f. -1991)
-Kvinnur veteranar/Menn Veteranar (f. -1962)
-Kvinnuunglingar/Mansunglingar (f. 1987-1991)
-Gentur/Dreingir (f. 1992-1996)

Allir bólkarnir renna 10 km uttan børnini, sum renna 4 km. Runnið verður á einum rundteini á umleið 1 km. Startur og mál verður við gamla skúla í Hvannasundi. Runnið verður frá skúlanum og norður í Sandoyrabug, so suður gjøgnum fjøruna eftir nýggju gøtuni, sum kommunan hevur gjørt, og so niðan á bygdavegin úti í Bug har snarað verður til vinstru og runnið norðureftir til gamla skúla. Møguleiki verður at skifta í gamla skúla.

ruta hvannasund
Á myndi sást rutan og hvar gamli skúli er.

Samlaða støðan í VetrarKappingini 2007/2008 áðrenn 4.umfar er at finna her

Í smb. við renningina verða heiðursmerkir, sum er stuðlaði av KBI Sp/f, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 22. februar á miðnátt.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við gamla skúla hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 

Hetta er fyrstu ferð at kapprenning verður í Hvannasundi og vónar Treysti at nógvir luttakarar verða við, tí sjálvt um hetta er ein partur at VetrarKappingini, so er øll vælkomin at luttaka, sjálvt um tey ikki eru við í VetrarKappingini. 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Katrin 22.02.08 - 18:47

Hava tit hoyrt veðurtíðindini fyri í morgin????

Comments are closed.