Home FÍF 4. umfar í Vetrarkappingini í Hvannasundi

4. umfar í Vetrarkappingini í Hvannasundi

by Guttorm Sørensen
Leygardagin 26. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 4. umfari í Vetrarkappingini 2010/2011 í Hvannasundi. Hetta er á fjórða sinni, at skipað verður fyri Vetrarkapping í Hvannasundi. Ruta og teinar eru teir somu sum undanfarin ár. Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.

Frá startinum seinasta ár
 
– Kvinnur/menn opin bólkur (f. -1994)
– Kvinnur veteranar/Menn Veteranar (f. 1956-1965)
– Menn Superveteranar (f. 1955 ella fyrr)
– Kvinnuunglingar/Mansunglingar (f. 1990-1994)
– Gentur / Dreingir (f. 1995-1999) 
Allir teir vaksnu bólkarnir renna 10 km, meðan gentur og dreingir renna 4 km. Runnið verður suður gjøgnum fjøruna eftir gøtuni, sum kommunan hevur gjørt, og úti í Bug verður snarað niðan á Sundsvegin (bygdavegin) og har verður snarað til vinstru og runnið norðureftir til “Gamla Skúla”, og víðari norðureftir og oman í Sandoyrabug, og so suðureftir aftur.
 
Runnið verður á einum rundteini, sum er beint omanfyri 1 km. Startur fyri vaksin verður á gøtuni niðri í fjøruni niðanfyri “Gamla Skúla”, meðan børnini byrja við 6 km skiltið hjá teimum vaksnu, tvs. beint áðrenn snarað verður oman í Sandoyrabug. Málið verður á bygdavegnum við “Gamla Skúla” í Hvannasundi. Vaksin renna 9½ umfar, meðan børnini renna knapt 4 umfør.
 Rutan
 
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum.
 
Sum vanligt er, so fer tilmelding fram her á heimasíðuni. Freistin er fríggjakvøldið 25. februar kl. 22.00.
 
Luttakararnir verða bidnir um at møta við “Gamla Skúla” í Hvannasundi hálvan tíma áðrenn start og avheintað startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 
 
Hetta er, sum áður nevnt, fjórðu ferð at Vetrarkapping er í Hvannasundi. Fyrsta árið tá runnið bleiv vóru stak vánalig rennilíkindir, men  harafturímóti fingu luttakararnir eitt renniminni fyri lívið. Næsta árið var veðrið nakað betri, hóast tað regnaði eitt sindur. Í fjør var satt kavarok beint undan startinum, og kavi á allari rutuni. So spennandi verður hvat veðurgudarnir fara at borðreiða við av líkindum hesuferð. Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.
 
Í sambandi við renningina er møguleiki er fyri at umklæðing í Skúlanum á Fossánesi, sum er 1 kilometur frá “Gamla Skúla”. Heiðursmerkjahandanin eftir renningina verður eisini í Skúlanum á Fossánesi.
0 comment
0

Related Articles