Home FÍF 5. og seinasta umfar av Grand Prix fyri børn og ung næsta mikukvøld

5. og seinasta umfar av Grand Prix fyri børn og ung næsta mikukvøld

by Hallur Holm

Nú tekur summarið at halla, og seinasta kappingin hjá FÍF stendur fyri durum. Mikukvøldið 25. august kl. 18.00-19.45  verður 5. og seinasta umfar av GP B&U fyriskipað á Tórsbreyt, har Bragdið fer at standa sum vertur.

Kappingargreinarnar verða hesar:

  • Dreingir og gentur 8-9 ár: 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Dreingir og gentur 10-11 ár: 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Dreingir og gentur 12-13 ár: 1.000 m og longdarlop
  • Dreingir og gentur 14-15 ár: 100 m hekk, og 1.500 m
  • Dreingir og gentur 16-17 ár: 100/110 m hekk og 1.500 m
  • Dreingir og gentur 18-19 ár: 100/110 m hekk og 1.500 m

Sum nevnt er hetta seinasta og avgerandi umfarið, og tí verða tað eisini nógv heiðursmerki, sum skulu handast! Av teimum í alt 48 kappingunum, eru tær 20 longu avgjørdar, so farið verður beinavegin undir at handa, samstundis sum kappingarnar koyra.

Kappingin er fyri øll børn og  ung, men tað eru enn sum áður bert limir í feløgunum, sum kunnu fáa stig og telja við í Grand Prix´num. Mint verður á, at luttakarar eiga at kappast í búna, sum umboðar lit felagsins!

Seinasta freist at tekna luttøku er sunnukvøldið á midnátt. Eftir hetta verður eingin tilmelding. Tíðarætlan og startlistar verða lagdir her á síðuna mána- ella týskvøldið.

Melda verður til undir “tilmelding” sum er á forsíðuni.

Støðan undan seinasta umfari sæst her GENTUR og DREINGIR

0 comment
0

Related Articles