Home FÍF 5. og seinasta umfar av Grand Prix fyri Børn & Ung – meldið til!

5. og seinasta umfar av Grand Prix fyri Børn & Ung – meldið til!

by Hallur Holm

Leygarmorgunin kl. 11.00 verður 5. og seinasta umfar av Grand Prix fyri Børn & Ung á Tórsbreyt í Havn, har tað verður Hvirlan, sum kemur at skipa fyri. Undir reglunum er ein feilur í hjá dreingjum og gentum 12-13, har tað stendur at tey skulu leypa longdarlop. Hetta er sum sagt ein feilur, tí ætlanin hevur alla tíðina verið at tey skulu leypa hæddarlop. Samlaða yvirlitið yvir kappingargreinarnar seinasta dagin sær tí soleiðis út:

  • Dreingir og gentur 8-9 ár: 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Dreingir og gentur 10-11 ár: 600 m, bóltkast og  longdarlop
  • Dreingir og gentur 12-13 ár:  60 m hekk, 1.000 m, hæddarlop
  • Dreingir og gentur 14-15 ár: 100 m hekk og 1.500 m 
  • Dreingir og gentur 16-17 ár: 100 m hekk og 1.500 m 
  • Dreingir og gentur 18-19 ár: 100/110 m hekk og 1.500 m
  • Menn og kvinnur +20 ár: 100/110 m hekk og 1.500 m

Seinasta freist at melda til er útsett til týskvøldið kl. 23.00. Tá verður tilmeldingin latin aftur og tað verður eingin tilmelding aftaná tað!

Heiðursmerki vera til trý tey bestu í hvørjum aldursflokki innan spurt, miðtein, kast og lop. Tað eru tríggjar kappingar innan hvørja grein, og tvær tær bestu telja.

Onkrar kappingar eru longu avgjørdar. Samlaða støðan verður gjørd upp ein av komandi døgunum og løgd út.

0 comment
0

Related Articles