Home FÍF 600m og 2.000m á Svangaskarði týskvøldið

600m og 2.000m á Svangaskarði týskvøldið

by Guttorm Sørensen
Týskvøldið 17. september kl. 19.00 skipar Treysti fyri opnari rennikapping á Svangaskarði. Møguleiki verður at kappast á teinunum 600m og 2.000m. Tilmelding fer fram á staðnum 15-30 min. áðrenn kappingin byrjar.

Frá seinast rennikapping var á Svangaskarði, tá fleiri rennarar settu persónligt met

Kappingin er fyri bæði menn og kvinnur, og gentur og dreingir. Kvinnur og gentur renna samstundis, meðan menn og dreingir renna samstundis.

kl. 18.30 tilmelding
kl. 19.00 600m kvinnur/gentur
kl. 19.05 600m menn/dreingir
kl. 19.15 2.000m kvinnur/gentur
kl. 19.30 2.000m menn/dreingir

0 comment
0

Related Articles