Home FÍF VK-2 verður í Havn leygardagin 8. desember

VK-2 verður í Havn leygardagin 8. desember

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 8. desember skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri 2. umfari av Vetrarkappingini 2012-13 í Havn.

Startur og mál er á Tórsbreyt. Runnið verður oman eftir Ringvegnum, síðani til vinstru á  Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skræddaragøtu framvið Svartafossi, og yvir til Tórsbreyt. Tey yngru renna teinin eina ferð, tey eldru renna teinin fýra ferðir. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.


Frá startiunum í VK-2 í desember 2010 / mynd: Jóannes Poulsen

Bólkabýtið sær nú soleiðis út:

  • Kvinnur og menn opin bólkur (f. – 1996)
  • Kvinnur og menn veteranar (f. 1958 – 1967)
  • Menn superveteranar (f. – 1957)
  • Kvinnu- og mansunglingar (f. 1992 – 1996)
  • Gentur og dreingir (f. 1997 – 2001)

Tilmeldingin liggur klár her á síðuni, og skal vera avgreidd  innan fríggjakvøldið 7. desember kl. 21.00. Startnummur og chipp verða avheintað við Tórsbreyt leygardagin frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri tey yngru, eisini goldið. Tilmelding kann eisini fara fram á Tórsbreyt frá kl. 10.00.

Samstundis sum hetta er 2. umfar av Vetrarkappingini, er hetta eisini opin kapping, har øll kunnu luttaka. Í ár verður runnið við chippi, tvs at máttur verða lagdar út á máløkið sum skrásetur tíðina hjá hvørjum einstøkum rennara tá teir koma á mál. Chippið verður sett fast í lissuna á vinstra skógvi. Minnist til at lata chippið aftur tá komi er á mál!!!

Aftaná kappingina verður hugnaløta við heiðursmerkjahandan niðri í stásiligu høllini hjá FIMI, sum er aftanfyri Svimjihøllina, har er samstundis møguleiki hjá øllum at sleppa í brúsu. So havi skiftiklæði við.

0 comment
0

Related Articles