Home FÍF 5. Grand Prix – Eystanstevnurenning á Varmakeldu í Fuglafirði

5. Grand Prix – Eystanstevnurenning á Varmakeldu í Fuglafirði

by Guttorm Sørensen

Fríggjakvøldið 5. juli kl. 19.00 skipar Roysnið fyri Eystanstevnurenning í Fuglafirði. Hetta verður samstundis 5. umfar í summarstevnu Grand Prix. Eisini verður skipað fyri barnarenning. Teinurin hjá vaksnum verður umleið 4 km. Startur og mál eru uttanfyri Mentanarhúsið.

Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1997) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1958-1967) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1957 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri

Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir: 
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2006 ella seinni) – ca. 300m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2003-2005) – ca. 600m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2000-2002) – ca. 1.000m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1996-1999) – sama sum vaksin

Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Roysnið, at undirtøkan verður góð.

0 comment
0

Related Articles