Ársaðalfundurin hjá FÍF verður 27. apríl klokkan 18.30 í høllini hjá ÍSF.
Dagsskrá sambært lógini:
- Val av orðstýrara
- Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
- Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
- Innkomin mál
- Val av nevndum og eykamonnum
- Val av skrásettum grannskoðara
- Ymiskt
Fyri vali standa:
- Niels Jákup Jakobsen, varaformaður
- Rigmor Napoleonsdóttir Arge, nevndarlimur
- Regin Thomsen, nevndarlimur
Eisini skulu veljast fyrri og seinni eykalimur
Uppskot um lógarbroytingar skulu vera latast skrivliga í seinasta lagi 14 dagar undan fundinum. Uppskot um evni til nevndarval skulu somuleiðis sendast skrivliga í seinasta lagi 14 dagar undan fundinum. Uppskot sendast til athletics@athletics.fo
Hvørt felag kann hava upp til trý umboð vid á fundinum. Vid atkvøðugreiðslu hevur hvørt felag eina atkvøðu.
Vit í nevndini vóna sjálvandi, at tit møta fullmannað. Vit bjóða ein breyðbita og okkurt gott aftur við kaffinum.