Home FÍF Aðalfundurin 2016 verður 10. juni

Aðalfundurin 2016 verður 10. juni

by Hallur Holm

Hervið verður lýst til aðalfundar hjá FÍF. Fundurin verður í hølum ÍSF’s fríggjakvøldið 10. juni klokkan 18.00.

Dagsskrá sambært lógini:

  • Val av orðstýrara
  • Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
  • Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  • Innkomin mál
  • Val av nevndum og eykamonnum
  • Val av skrásettum grannskoðara
  • Ymiskt

Fyri vali standa:

  • Hallur Holm, formadur
  • Guttorm Sørensen, peningarøkil

(teir taka báðir við afturvali)

Harafturat skulu eins og á hvørjum adalfundi veljast fyrri og seinni eykalimur.

Møguligar lógarbroytingar og mál, id ynskjast vidgjørd á adalfundinum, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum. Somuleidis skulu uppskot um nýggjar nevndarlimir vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum.

Hesi uppskot skulu sendast til:

Frælsur Ítróttur Føroya Postboks 274 710 Klaksvík

Hvørt felag kann hava upp til trý umbod vid á fundinum. Vid atkvødugreidslu hevur hvørt felag eina atkvødu.

Breyð og okkurt afturvið kaffi verður at fáa.

FÍF aðalfundur 2015
Starvsnevnd FÍF’s, sum varð vald í fjør. Formaðurin, Hallur Holm og peningarøkilin, Guttorm Sørensen, standa fyri vali. Teir stilla báðir upp aftur.

0 comment
0

Related Articles