Aðalfundurin 2019

Skrivað hevur

Hóskvøldið 2. mai klokkan 18.30 verður ársaðalfundurin hjá Frælsum Ítrótti Føroya hildin í høllini hjá ÍSF.

Sambært lógum FÍF verður dagsskráin hendan:

1. Val av orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir fra virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Val av skrásettum grannskoðara.
7. Ymiskt

Hvørt felag kann senda tríggjar limir á aðalfundin. Atkvøðurætt á fundinum hevur hvørt felag við einari atkvøðu.

Fyri vali standa næstformaðurin Niels Jákup Jakobsen, sum ikki tekur við afturvali, Rigmor N. Arge, sum tekur við afturvali, og Regin Thomsen, sum ikki tekur við afturvali.

Heitt verður á feløgini at umhugsa evni til at manna starvsnevndina. Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan fundin.

Uppskot kunnu sendast til:

athletics@athletics.fo

FÍF bjóðar ein bita og okkurt afturvið einum kaffimunni. Vit vóna at øll feløgini eru umboðað á fundinum.

við ítróttarkvøðu

FÍF

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*