Týskvøldið 9. juni klokkan 18.30 verður ársaðalfundurin hjá Frælsum Ítrótti Føroya.
Sambært lógum FÍF verður dagsskráin hendan:
1. Val av orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir fra virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Val av skrásettum grannskoðara.
7. Ymiskt
Hvørt felag kann senda tríggjar limir á aðalfundin. Atkvøðurætt á fundinum hevur hvørt felag við einari atkvøðu.
Fyri vali standa formaðurin, Sølvi Reinert Hansen, og peningarøkilin, Guttorm Sørensen.
Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan fundin.
Uppskot kunnu sendast til:
athletics@athletics.fo
FÍF bjóðar ein bita og okkurt afturvið einum kaffimunni. Vit vóna, at øll feløgini eru umboðað á fundinum.
Við ítróttarkvøðu
FÍF