Týskvøldið 27. apríl klokkan 17.00 verður ársaðalfundurin hjá Frælsum Ítrótti Føroya.
Sambært lógum FÍF verður dagsskráin hendan:
1. Val av orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir fra virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Val av skrásettum grannskoðara.
7. Ymiskt
Hvørt felag kann senda tríggjar limir á aðalfundin. Atkvøðurætt á fundinum hevur hvørt felag við einari atkvøðu.
Fyri vali standa Rigmor N. Arge, Gunnvá Wardum og Sigga Jacobsen. Rigmor og Gunnvá taka við afturvali, meðan Sigga takkar fyri seg á hesum sinni.
Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar innan fundin.
Uppskot kunnu sendast til:
athletics@athletics.fo
FÍF bjóðar ein bita og okkurt afturvið einum kaffimunni. Vit vóna, at øll feløgini eru umboðað á fundinum.
Fundarstaðið verður fráboðað seinni.
Við ítróttarkvøðu
FÍF