Home FÍF Andrias og Bjørk sigraðu aftur hesaferð

Andrias og Bjørk sigraðu aftur hesaferð

by Guttorm Sørensen

Í kvøld skipaðu Skála Ítróttarfelag og FÍF fyri 2. umfari í Grand Prix fyri vaksin. Harumframt varð eisini skipað fyri barnarenning. Yvir 40 vaksin tóku lut umframt eini 50 børn. Tað er at frøðast um, at luttøkan hjá teimum vaksnu er vaksin í mun til seinasta ár. Eisini er gott at síggja at allir bólkar hjá børnum eru væl mannaðir. Líkindini at renna vóru góð. Tey vaksnu runnu 8,7 kilometrar, meðan børnini runnu ávikavist 0,5 og 1 kilometur.

skala
Á veg niðan brekkuna beint eftir startin

Í opnu bólkunum vóru tað aftur hesaferð Andrias Hansen og Bjørk Herup Olsen úr Bragdið, sum runnu skjótast hjá monnum og kvinnum. Sam Vang úr Bragdið bleiv nummar tvey, meðan ungi Jan Elmar Sørensen úr Treysti gjørdist nummar trý, frammanfyri Hallur Holm og Henry Olsen úr Bragdið. Nummar tvey hjá kvinnum gjørdist aftur hesaferð Rebekka Fuglø úr Treysti, meðan Birna Abrahamsen úr Hvirluni bleiv nummar trý.

skala-andrias skala-sam skala-jan-elmar 
Andrias Hansen, Sam Vang og Jan Elmar Sørensen

skala-bjork-josvein skala-rebekka skala-birna
Bjørk og faðirin Jósvein Herup Olsen fylgdust á mál, Rebekka Fuglø og Birna Abrahamsen

Hjá veteranunum var tað aftur hesaferð Borgar Biskopstø úr Treysti ið vann. Nummar tvey bleiv Jósvein Herup Olsen úr Bragdið, meðan Theodor Askham Olsen úr Treysti bleiv nummar trý. Hjá superveteranunum var tað eisini sami vinnari sum á Norðoyastevnu, nevniliga Heðin Jóhannessen úr Treysti, meðan Jens R. Weihe úr Frælsi og Steindor Hjaltalin úr Bragdið blivu nummar tvey og trý.

skala-borgar skala-theodor 
Borgar Biskopstø og Theodor Askham Olsen

skala-hedin skala-jens skala-steindor
Superveteranarnir Heðin Jóhannessen,  Jens R. Weihe og Steindor Hjaltalin

Øll úrslitini frá rennikappingini á Skála í kvøld eru at finna i .pdf formati  HER.

Triðja umfar í Grand Prix verður á Sundalagsstevnu í Kollafirði leygarmorgunin 20. juni kl. 10.30, og verður møtt við skúlan.

skala1
Startur børn -13 og -17

skala2
Gentur -10 klárar til start

skala-treysti
Treysti var væl umboðað fyri bæði vaksin og børn úti á Skála í kvøld

0 comment
0

Related Articles