Tað er ikki farið stillisliga aftur við borðinum, at Ann Thomsen og Sunniva Bjarnastein mánadagin fingu Fólkaheilsuvirðislønina 2016. Hetta er ein spildurnýggj virðisløn, sum Fólkaheilsuráðið í framtíðini fer at lata á hvørjum ári. Virðislønin verður latin fyri at fremja fólkaheilsu.
Ein dómsnevnd skuldi taka støðu millum tey, ið vórðu innstillað til virðislønina. Niðurstøðan var greið – Ann og Sunniva skuldu hava virðislønina. Dómsnevndin nýtti m.a. hesi orð um vinnararnar:
Báðar hesar kvinnur hava ein stóran leiklut í at fáa fólk at røra seg meira. Hetta sæst m.a. aftur í stóru undirtøkuni millum kvinnur úr øllum landinum, sum koma saman til árligu kvinnurenningina, har Bragdið samskipar renningina, gangi ½-maraton og fólkaheilsurenning.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, handaði blómur og peningagávu
Kvinnurenningin hevur fingið nógvar kvinnur í gongd. Fyrst við at venja fram til stóru Kvinnurenningina, men so eru eisini fleiri, sum halda á fram at venja. Og so eru tað eisini nakrar, sum fáa mót uppá at melda seg til kappingar. Hetta hevur í stóran mun merkt eitt nú TF Vetrarkappingina, har vit ár um ár seta luttøkumet. Og hetta hevur í stóran mun verið orsakað av nógvu kvinnunum, sum eru uppaldar hjá Ann og Sunnivu í sambandi við Kvinnurenningina.
Drúgva arbeiðið hjá teimum báðum hevur eisini góða ávirkan á ungdómsarbeiðið hjá Bragdinum. Stórur partur av innkomnu pengunum frá Kvinnurenningini, koma nevnliga teimum ungu til góðar.
Í Bragdinum eru tey sjálvandi eisini fegin um hesar báðar undangongukvinnurnar, og í morgun blivu tær so heiðraðar av bæði monnum og kvinnum í felagnum. Hetta var gjørt við góðum morgunmatarborði uppi á Tórsbreyt eftir dagsins venjing.
Nógv Bragdarfólk varð komið á Tórsbreyt í morgun at heiðra teimum báðum undangongukvinnunum
Eisini vit í FÍF eru fegin og errin um, at hesin heiður endar innan okkara virkisøki, og vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við heiðrinum og góða eydnu víðari við hesum neyðuga arbeiði.