Anti-Doping Danmark vitjar – almennur fyrilestur

Skrivað hevur

Anti-Doping Danmark vitjar ÍSF: m.a. verður ein almennur fyrilestur hóskvøldið 15. februar

Í dag og til fríggjadagin fær ÍSF vitjan av Anti-Doping Danmark.  Í fylginum verða Micheal Ask, stjóri í Antidoping Danmark, Jesper FrigastLarsen, Annemarie Haar Kristensen og Thomas Kamm Ringsted.

Mikudagin 14. februar verður skipað fyri einum námsskeiði fyri ser- og menningarsambondini í ÍSF.  Evni sum skyldur og miðling, umframtstrategi í mun til anti-doping eru á breddanum.

Hósdagin verður fundur við Fótbóltssambandið um match-fixing og eisini verður tosað við politisku myndugleikarnir um m.a. dopingeftirlit uttanfyri ÍSF, sum t.d. á fitness-støðum.

Tey fimm dopingeftirlitsfólkini í Føroyum fáa eisini undirvísing og skulu til eina lítla próvtøku.

Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni (Tórshavn)

  • Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum.
  • Magni Mohr, granskari, fer at hugleiða um doping og heilsu.
  • Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, fer at tosa um ólóglig evnið, sum verða flutt inn í landið.
  • Annemarie  Haar Kristensen fyri Antidoping Danmark fer at tosa um doping og ítrótt.
  • Umboð  úr Tvørmegi fer at kunna um týdningin at hava eitt reint dopingumhvørvi innnan fitnesumhvørvi.
  • Jarvin Feilberg Hansen frá Antidoping í Føroyum fer at tosa um dopingarbeiði í Føroyum.

Fríggjadagin verða innanhýsis fundir, áðrenn ferðalagið fer niður aftur til Danmarkar.

Doping
FÍF vónar at okkara íðkarar koma til fyrilesturin

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>