Home FÍF Ársaðalfundur FÍF’s verður 16. apríl

Ársaðalfundur FÍF’s verður 16. apríl

by Hallur Holm

Við hesum verður boðað til ársaðalfund hjá FÍF 16. apríl 2015 klokkan 18.30 í ÍSF-húsinum. Skrá sambært lógina:

  1. Val av  orðstýrara.
    2. Formaðurin greiðir fra virki sambandsins í farna ári.
    3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
    4. Innkomin mál.
    5. Val av nevndum og eykamonnum.
    6. Val av skrásettum grannskoðara.
    7. Ymiskt

Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni.

Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Nevndin sendur øllum feløgunum innkomnu uppskotini, soleiðis at hesi eru teimum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfund.

Uppskot verða at senda við telduposti til formannin: hallur.holm@gmail.com

Lógarbroyting
Nevndin hevur í umbúna at broyta part av grein 8. Setningurin: “Formaðurin kann í mesta lagi sita trý fylgjandi skeið” verður strikaður.

Veterannevnd
Nevndin hevur eisini í umbúna at stovna eina undirnevnd fyri veteranar. Eina veterannevnd. Og vit halda aðalfundin vera gott høvi at stovnseta og manna hesa nevnd. Vit heita tí á feløgini at koma við uppskotum um, hvør kann manna hesa nevnd. Ein møguleiki er, at øll feløgini hava hvør sítt umboð í nevndini saman við einum starvsnevndarlimi, sum sambært lógini eigur formanssessin.

Strarvsnevndin hevur tosað um, at veterannevndin á hvørjum ári kann fáa eina ávísa játtan at arbeiða við. Nevndin kann sjálv avgera, hvørjum rætningslinjum hon arbeiðir eftir.

Til aðalfundin kann vørt felag møta við trimum umboðum. Við atkvøðugreiðslu er tó bert ein atkvøða til hvørt felagið.

FÍF bjóðar smurt breyð, kaffi og køkur.

Við ítróttarkvøðu

Frælsur Ítróttur Føroya

Hallur Holm,
formaður

0 comment
0

Related Articles